Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Bryggjudansur, Rock’n’Roll Show, harmonikutónar, fiskasúpan og útigrill fara at seta sín dám á økið undir Bryggjubakka, tá Voxbotn 2016 verður leygardagin 25. juni.

Eins og í fjør verður hesaferð eisini bryggjuhugni og dansur undir Bryggjubakka, meðan stóra árliga tónleikatiltakið Voxbotn er. Hetta er fyri tann tilkomna málbólkin hjá Voxbotn, sum dáma góðan dansitónleik. Og í ár hava fyriskipararnir fingið vestmenningin Magna Christiansen við bólki at framføra í tjaldinum, sum verður sett undir Bryggjubakka.

Á skránni verður Rock’n’Roll Show og góður dansi- og countrytónleikur, sum Magni er kendur fyri. Somuleiðis fer vælumtókti dansibólkur FourMENh úr Fuglafirði at spæla góðan dansivinarliga tónleik í tjaldinum. Eisini fara harmonikumenn at spæla umborð á Norðlýsinum, har Birgir Enni fer at borðreiða við síni heimskendu fiskasuppu og øðrum góðum.

Rúni Djurhuus, fyriskipari, sigur, at tey undanfarnu árini hava nógv tilkomin fólk vitja Voxbotn, og hetta er ein roynd at gera upplivingina enn betur hjá teimum og øðrum, ið dáma væl at dansa. Tey kunnu nú fáa sær ein swing-om undir Bryggjubakka, meðan Voxbotn er.

Bryggjutiltakið og dansurin er partur av sjálvum Voxbotn-tiltakinum og tí er neyðugt at hava atgongumerki til Voxbotn fyri at koma inn á økið. Tað merkir, at atgongumerki til Voxbotn, eisini er galdandi til Bryggjudansin og øvugt.

Tað er so gott sum útselt til Voxbotn 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo