40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

BSF: Innleiðandi umførini í U19 badmintonkappingini Faroe Games Junior International blivu spælt fríggjadagin, har vinnararnir vunnu sær pláss í 1/8 og 1/4 finalunum í dag.

Í dag eru 23 badmintondystir spældir í Stórhøllini á Hálsi í bæði einmansleiki og tvímansleiki hjá gentum og drongjum, umframt blandaðum tvímansleiki.

Luttakararnir í teimum 10 hálvfinalunum sunnudag fyrrapart eru sostatt funnir.

Danskur landsliðsleikari millum hálvfinalistarnar í mix
Høga stigið hjá teimum útlendsku leikarunum hevur aftur sett sín dám á kappingina í dag. Nevnast kann, at Emma Irring Braüner úr Danmark júst í gjár bleiv úttikin til danska ungdómslandsliðið. Danmark telist sum kunnugt millum fremstu badmintontjóðir í heiminum.

Emma luttekur í blandaðum tvímansleiki saman við Hjalte Johansen úr Danmark, og vunnu tey í dag í tveimum settum 21-6 og 21-12 á Asbjørn Olsen & Mia Thorkildshøj úr Føroyum. Í hálvfinaluni møtir danska parið Stuart McCollam (Írland) og Bjarnhild í Buð Justinussen (FO), sum í dag vunnu í tveimum settum á Matthew Cheung (Írland) og Ranja Joensen (FO).

Serliga stór ferð var á írunum og skotunum í dag. Í blandaðum tvímansleiki vann skotska parið Angus Meldrum og Abbie Brooks 21-10 og 21-16 á Christian Berg Petersen & Sonnu Thorkildshøj úr Føroyum. Skotska parið møtir í hálvfinaluni í morgin Harry Wakefield (Ongland) og Rosalina Langhoff (DK), sum í dag vunnu í trimum settum á Robin Harper (Ongland) og Oddbjørg Justinussen (FO).

Klaksvíksdamur vunnu á havnardamum
Tann eina fjórðingsfinalan bleiv serliga spennandi við trimum settum, har systrarnar Bjarnhild og Oddbjørg Justinussen úr Klaksvík tó endaðu við at vinna á Julionnu Heiðunum og Birnu Jacobsen úr Havn. Í hálvfinaluni møta Justinussen systrarnar sterku donsku leikarunum Emma Irring Brauner og Rosalina Langhoff.

Í hinari hálvfinaluni hjá kvinnum skulu Ranja Joensen og Birita Thomassen spæla ímóti tvíburðasystrunum Mia og Sanna Thorkildshøj. So í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum verður í øllum førum eitt føroyskt par við.

Ari & Leivur møta sterku írunum í hálvfinaluni
Í aðrari hálvfinaluni í tvímansleiki hjá monnum møta Ari Isfeld og Leivur Joensen krútsterku og skjótu Matthew Cheung og Stuart McCollam, sum í hinari hálvfinaluni verður tað eitt sindur Braveheart yvir tí, tá kviku skotarnir McGuire og Meldrum møta tekniskt sterku Harper og Wakefield úr Onglandi.

Fleiri føroyingar í hálvfinalum í einmansleiki
Í einmansleiki hjá damunum skal Birna Jacobsen spæla ímóti framúr góðu Anwesha Gowda úr India í tí einu hálvfinaluni, meðan Bjarnhild í Buð Justinussen skal spæla ímóti sterku Abbie Brooks úr Skotlandi. Hjá monnum er tað Christian Berg Petersen, sum skal umboða Merkið, tá hann møtir Matthew Cheung (Írland) í tí einu hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni hittast Anthony McGuire (Skotland) og Aaron Bai (USA), sum í dag vísti góða leikferð og dygd í spælinum, tá hann vann trygt í tveimum settum á Bjarta Vang úr Føroyum.

Fyrstu hálvfinalurnar verða settar í gongd sunnumorgun klokkan 09:00, meðan finalurnar væntast at fara í gongd klokkan 13:00. Allir dystirnir verða leiktir í Stórhøllini á Hálsi, har tað eisini verður stroymt frá finalunum á Facebook-síðuni hjá Badmintonsambandinum.

MYNDIR: Hálvfinalistarnir í badminton funnir – Føroyaleikir (foroyaleikir.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo