Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eins og flestu ið takast við undirhald og tónleik, so er tað eisini hjá BUBU, at korona hevur ávirka, útsett ella avlýst tær framførslur, ið vóru á skránni.

 

Men so mugu aðrir háttir takast í brúk, fyri at náa út til mongu Bubu-vinirnar sum sakna at hoyra kendu sangirnar, og kanska fáa eitt sindur av undirhaldi afturvið.

 

Nú leygardagin verður so beinleiðis stroyming, har BUBU saman við tónleikarum fer at syngja og spæla, samstundis sum hann fer at práta við tey, ið skriva inn ímeðan sent verður.

 

Eisini er ætlanin at gera okkurt ítriv, ið kanska kann nýtast nú páskirnar standa fyri durum, og eisini verður ein søga á skránni.

 

Tað er í sambandi við at BUBU nú er við at runda tær 5 milliónirnar vísingarnar á youtube, at hetta við stroymingini skal roynast. Youtube rásin hjá BUBU hevur alt møguligt tilfar, bæði sangir, søgur, filmar, málmenning og annað, og er hon nógv brúkt bæði í heimum, til sunnudagsskúlar, í innskúling og annað.

 

Stroymingin verður send á facebook vanganum Klovnurin BUBU kl. 17.00

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo