40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eitt ferðafólk sum kom við Atlantic Airways fríggjadagin, sigur við VP, at viðkomandi trúði, at seinasta løtan var komin.

Flogfarið skuldi lenda og fleyg inn gjøgnum Sørvágsfjørð, tá tað brádliga fekk ein harðligan sendara, sum viðkomandi ongantíð áður hevur upplivað.

Ferðafólkið sigur, at fólk sum ikki sótu íbundin vórðu lyft upp úr stólinum og tað kendist, sum flogskiparin misti tamarhald á flogfarinum.

Viðkomandi sigur at tað kendist sum var orienteringin mist, men eftir eina løtu setti flogfarið fulla ferð á og fór næstan beint uppeftir. 

Ferðafólkið sigur, at fólk grótu og skríggjaðu, meðan onnur sótu sum steinrunnin. Flogternurnar komu við iltmaskum til nøkur ferðafólk, sum vóru svímað.

Ferðafólkið var við í einum ferðalagi, sum skuldi møta til eitt tiltak. Fleiri av luttakarunum fóru beint í song. Tey høvdu snøgt sagt lagt seg fyri dagin, fullkomuliga skelkað eftir hendingina.

Tað ringasta av øllum var, at flogfarið fleyg ein knappan tíma uttanfyri Mykines. So boðaði flogskiparin frá, at hann gjørdi eina roynd afturat, men ávaraði samstundis um, at turbulensurin kundi gerast líka ringur aftur.

Flogskiparin fekk í ólukkumát rætt í síni forsøgn: Seinna lendingin var minst líka skelkandi sum tann fyrra. Tá flogfarið hevði sett seg sótu fólk sum steinrunnin.

Ferðafólkið sigur seg hava flogið sera nógv kring heimin, men hevur ongantíð upplivað slíkt áður.

- Eg skilji ikki at flogskiparin valdi at útseta ferðafólkini fyri slíkari hending tvær ferðir á sama túri. Slíkar upplivingar gera, at fólk setast aftur og tora ikki at flúgva til Føroya, sigur ferðafólkið.

Sambært Flightradaranum so kom SAS-flogfarið eisini henda dagin, og túrurin hjá tí flogfarinum var eisini buldraligur, tá ið flogfarið kom inn eftir Sørvágsfirði.

Men munurin var, at SAS-flogfarið setti seg beinanvegin og fór ikki uppfrá aftur, sum flogfarið hjá Atlantic gjørdi, og gjørdi tí tvær royndir.

VP hevur biðið Atlantic Airways um eina viðmerking, hon kann lesast her.

Flogferðin hjá Atlantic

Flogferðin hjá SAS

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo