Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar Kommuna: Farvegurin eftir seinra heimsbardaga sæst mangar staðir kring um Skálafjørðin, og eftir at bretar høvdu tikið avgerð um, at fjørðurin skuldi vera herflotastøð, var tað øllum greitt, at tað kundi gerast ófriðarligt, serliga táið týskurin úr lofthavinum søkti at málum á fjørðinum og kring um fjørðin. Mest eyðsýndu krígsminnini eru oljutangarnir í Søldarfirði, sum stóðu klárir at brúka í 1943. Teir vera framvegis brúktir til goymslu og bunkringarstøð. Føroya løgting eigur og orkufelagið EFFO leigar og umsitur tangarnar fyri eigaran.

Í bókarøðini ”Av Tinghellu á Førjaklettin”, sum Helgi Jacobsen greiddi úr hondum fyri Runavíkar kommunu, stendur soleiðis skrivað: ”Kjølbro átti tá skipasmiðjuna, og hann bygdi ett bumbuskýli til bedingsmenninar oman fyri el-deildina á skipasmiðjuni. Tað mundi vera um seks ferðir átta metrar stórt, armerað og stoypt úr tjúkkum betongi. Tað var alt undir jørð, við flagi omaná. Tvær niðurgongdir vóru, ein í sunnara og ein í norðara enda.”

Runavíkar kommuna hevur hesi seinastu árini lagt seg eftir sum frægast at varðveita fornminni, sett vera nøkur oyru av til endamálið á hvørjum ári, og eitt av hesum er umrødda bumbuskýli á Skála. Farvegurin sást nú ikki eftir hesum, tað var farið undir heilt, táið eitt parkeringsøki var skipað í økinum fyri mongum áratíggjum síðan. So hygnir hava menn kortini verið, táið tørvur var á parkeringsøki, at ein stálpláta varð løgd omaná bumbuskýlið  fyri at verja tað, áðrenn grót var fylt inn í økið og asfalt lagt omanyvir. Eldri skálamenn hava verið góðir ráðgevar í royndini at grava skýlið framaftur, teir kendu neyvu staðsetingina, og harvið kundi felagið Voyt, sum í fyrstu syftuni tekur sær av málinum, rakað rætt í fyrstu royndini.

Nú er málið komið hartil, at avgerð skal takast um hvussu Bumbuskýlið á Skála skal varðveitast sum eitt minni um eina serliga tíð við Skálafjørðin fyri ikki at siga í øllum Føroyum og fyri alt tað í øllum heiminum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo