Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið á Okkara Tórsfest á Vaglinum í Havn, leygarkvøldið 21. juli, tí longu nú er kunngjørt, at bæði Burhan G og Danny & The Veetos verða millum mongu nøvnini. Og í dag er kunngjørt, at eisini Burak Yeter fer at seta lív í á Okkara Tórsfest 2018.

Nýggjasta navnið á plakatini hjá Tórsfest er DJ’arin Burak Yeter, sum fekk sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot síðsta summar við lagnum “Tuesday”. Lagið hevur verið sera nógv spælt á dansistøðum og útvarpsrásum kring heimin og higartil er tað spælt yvir 230 milliónir ferðir á Spotify. 

Burak Yeter eru føddur í Turkalandi, men er búsitandi í Hollandi, har hann framleiðir tónleik. Hann ferðast nógv kring heimin, har hann er DJ á teimum stóru dansistøðunum og festivalunum. Nú kemur hann so til Føroyar í summar, har hann fer at seta lív í fjøldina á Okkara Tórsfest 2018.

Forsølan er byrjað
Forsølan av atgongumerkjum til Okkara Tórsfest 2018 er byrjað í Power í SMS og á ebillett.fo, har tey fyrstu atgongumerkini fara fyri serprís fram til kl. 18.00 í dag. Eftir hetta hækkar prísurin og atgongumerki fáast tá í Fast-handlunum kring landið, Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.

Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði - bæði útlendsk og føroysk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo