Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jan Müller hevði fyri viku síðan (16.juli) áhugaverda grein á Portal.fo í sambandi við vitjan av umboðum frá Danske Havne. Mælt varð til at føroyskar havnir, sum vit síggja í m.a. Danmark, Hetlandi og Skotlandi, taka stig at gera seg út til grønu framtíðina, tá útbyggingar skulu gerast.

Slíkar ætlanir eru fult í tráð við aðaltátt í burðardyggari býar- og bygdamenning, sum landsstýris-kvinnan í Umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, róði uppundir í samrøðu við KVF 11.juli í samband við broyting av byggisamtykt, sum Tvøroyar kommuna legði inn til góðkenningar.

Spell er tó at føroyskar kommunur og teirra havnarløg og annars góðu umstøður ikki verða gagnnýttar til umlegging til grøna orkuskiftið. Tørvurin á havnarløgum og bryggjukantum við góðum dýpi er stórur og kemur at økjast, eingin ivi um tað.

Tí kann tykjast heldur óheppið, at tað sindrið, sum er av havnarløgum og kostnaðarmiklum bryggjukantum, ætlandi skal nýtast til t.d. sjónleik, heldur enn skiparakstur og vinnulig endamál, ið hoyra sjónum til.

Og er framúr øki tøkt, har enntá gott nátúrligt dýpi er á staðnum, ja, so avgerð ein kommuna sum Tvøroyrar kommuna heldur at leggja pelagiskan ídnað við mjøl- og lýsiframleiðslu mitt í kjarnuna av býnum og upp til tætt bústaðarøki, har just slíkt virksemið í øðrum londum verður lagt langt burturi frá búseting og býarkjarnu. Dømi er t.d. Esbjerg, ið stongdi fyritøkuna TripleNine A/S í 2008. Viðurskiftini vóru ótolandi fyri allan býin har mjøl- og lýsiroykur køvdi allan trivnað.

Fyritøkan hevur fyri einum ári síðan fingi royndarloyvi at byrja virksemið aftur í øki, ið smb. býarskipanini fyri Esbjerg er lagt út til ”havneerhverv uden boliger, dvs. havneerhverv i form af kraftværker og havneorienteret industri med særlige beliggenhedskrav, samt mindre belastende havneerhverv såsom havneorienteret håndværk, maskinfabrikker, levnedsmiddelfabrikker, fragt, handel o.l.”

Kring staðsetingina av mjøl- og lýsiverksmiðjuni, vísir royndargóðkenningin frá Miljøstyrelsen á, at ”området grænser op til områder med etageboliger og parcelhuse. Boligområderne ligger 400 – 600 m fra virksomheden på den østlige side af Hjertingvej”.

Just somu planleggingarfyriskipandi krøv síggjast í Tyborøn, har sama fyritøka eisini hevur eina mjøl- og lýsiverksmiðju. Og somu frástøðukrøv eru til búseting fyri at minka um neilig árin frá serstakliga mjøl- og lýsilukti.

Býarplanlegging Tvøroyri
Í 1950- 0g 60´unum tá fiskivinnuídnaður tók seg upp við m.a. mjøl- og lýsiverksmiðjum, var ikki hugsað um neilig árin á býarlív, búseting og trivnað. Hetta broyttist tó stutt eftir og vóru slíkar verksmiðjur kravdar lagdar burturi frá íbúarøkjum. Just hetta sæst í fyrstu býarskipan og byggisamtykt fyri Tvøroyrar kommunu í 1978 tá danska arkitektafyritøkan Bjarne Dahl og Bjarne Hasle-Svendsen vóru bidnir at gera eina kommunskipan og byggisamtykt.

Arbeiðið hjá arkitektunum var væl úr hondum greitt og gjørt í tí leisti Býarskipanarlógin leggur upp til, at verandi viðurskifti kring búseting, vinnu, handil og mentan v.m. verða lýst soleiðis sum menningin hevur víst seg í kommununi, hvusu verandi støðan er, og við framskrivingum sambært málum og ynskjum býráðsins.

Frágreiðingin hjá arkitektunum umrøður hvar neiligar avleiðingar kunnu íkoma við fyriskipan og staðseting av vinnuøkum nærhendis búseting. Á donskum skiva arkitektarnir m.a.:

”Blandingen af erhverv og boliger giver liv og variation til boligområderne og medfører normalt ikke nævneværdige gener. Ved den fortsatte udbygning af kommunen påregnes denne praksis i langt fleste tilfælde at kunne fortsætte. Derimod bør placering af større, forurenende, støjende og / eller trafikskabende virksomheder i eller tæt ved boligbebyggelse hindres.

Etablering af denne type erhversvirksomheder skal ikke udelukkes, men for at undgå miljømæssige problemer må det anses for nødvendigt i de kommende år at sikre velegnede arealer i kommunen, hvortil etablering af disse virksomheder kan henvises.”

Í samandrátti vísa teir til mest tídningarmiklu avbjóðingar hjá kommununi í býarskipanarligum høpi. Her verður skrivað:

”En fortsat ukritisk blanding af boliger og alle typer erhverv kan føre til miljømæssige problemer. Derfor må der udpeges særlige områder til etablering af større, forurenende og / eller trafikskabende erhvervsvirksomheder.”

Býarskipanaruppskotið frá 1978 er, sum nevnt, grundað á verandi viðurskifti og eina meting av menningarmøguleikum og víðkan av fyritrakssemið, búsetingum v.m. Kring ætlan býráðsins verður sagt frá:

”Byrådets mål for byplanen har været at udforme en plan, der løser de vigtigste byplanmæssige problemer, således som de er opsumeret i forrige kapitels afsluttende bemærkninger.”

Kring ”Områder for erhversformål” verður skrivað soleiðis:

”Byplanen fastholder samtlige idag eksisterende erhversområder med havnen og stenbrudet på nordsiden af fjorden som de vigtigste. På sydsien af fjorden, ved Drelnes, udlægge nye store erhvervsområder i forbindelse med den nye trafikhavn på dette sted. Målet med udlæg af disse arealer er at give plads for etablering af de typer erhverv, som ved placering i de øvrige områder kan give anledning til miljøproblemer (støj, forurening, kraftig tung trafik og lignende).”

Uppskotið til býarskipan og bygggisamtykt var galdandi til 2005. Longu tvey ár seinri, í 2007, varð endurskoðað býarskipan og byggisamtykt galdandi til 2014 løgd fram og góðkend.

Í hesi skipan verður m.a. skilað til økispartin D: Havn / Ídnaður við 7 ymiskum økum í kommununi. Til øki nr. D5 (millum Drelnes og Krambatanga) verður sagt frá, at hetta økið verður lagt út til samferðsluhavn og vinnuvirksemi, verkstaðvirksemi, goymslu og endamál, sum hava nátúrligt tilknýti til økið.

Til øki nr. D7 verður sagt frá, at hetta øki verður lagt út til ídnað. Herundir virkir, sum hava eina sermerkta framleiðslu, sum av ymsum orsøkum ikki er egnað at liggja i bygdum øki. Herundir t.d. turkivirkir av fiskafráskeri v.m.

Býarskipanarkortið frá 2007 vísir økispartin D7 at verða væl vesturi í Trongisvágsdalinum móti tunlinum til Hvalba. Neyv staðseting er ikki funnin, men kann tykjast heldur margháttligt at sermerkt framleiðsla umrødd sum turkivirkir av fiskafráskeri v.m........sum bert kan skiljast sum eitt slag av mjølverksmiðju, verður víst burtur frá havnarøki / bryggju og inn í dalin.

Endurskoðað býarskipan 2011 og Varðin Pelagic
Hin 12.apríl 2011 samtykti Tvøroyrar Býráð endurskoðaða býarskipan og byggisamtykt galdandi til 2020. Uppskotið varð ikki góðkent av Innlendismálaráðnum, tí Býarskipanarnevndin í ummæli sínum fanst at ógreiðum og manglandi ásetingum í byggisamtyktini.

Tað sum serstakt verður lagt tilmerkis í endurskoðaðu býarskipan og byggisamtykt er, at hesi 7 havnararøkini eru løgd saman í ein økispart nevndur D: Havnarøki.

Árið eftir gingu Delta Seafood á Tvøroyri í samstarv við uppisjóðarvirkið Varðin Pelagic við endamálinum at byggja uppisjóðarvirki í bygninginum har fyrrverandi flakavirkið helt til.
Varðin Pelagic lat upp í juni mánaða og søkti nakrar mánaðir seinri, hin 1.oktober 2012 um byggiloyvi at víðka frystigoymsluna frá 6.000 tonsum upp í 10.000 tons.

Varðin Pelagic skrivar soljóðandi í umsóknini til Tvøroyar kommunu:

”Fyri at hava arbeiðsfrið, halda vit tað er skilagott í núverandi støðu, at málið ikki verður fevnt av lógini um alment innlit og verður viðgjørt í fullum TRÚNAÐI millum partarnar.”

Tvøroyar kommuna játtar byggiloyvi hin 12.november við grundgeving um frávik smb. galdandi byggisamtykt, ið kommunan av røtum átti at vita ikki letur seg gera.

Grannahoyring var til nærmastu grannar av ætlaða útbygging, tó so at ein granni (undirritaði) ikki varð hoyrdur. Hesin kærdi til Kærustovnin í lendismálum og fekk viðhald at skula verða hoyrdur. Vit útflýggjan av byggimálinum gjørdist greitt at Tvøroyrar kommuna sambært almennu byggisamtyktini ikki hevði heimild at geva byggiloyvi. Víst varð til, at ætlaða uppfylling av kajhylinum, ikki var heimilað sum ásett í Býarskipanarlógini §5 stk.3, at uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunnlar og onnur bygningsverk undir jørð skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heimild í góðkendari byggisamtykt.

Byggiloyvið varð kært til Kærustovnin í lendismálum, sum hin 1.mars 2013 tileinkisgjørdi játtaða byggiloyvi. Grundgevingin var partvís at frávik bert kunnu brúkast í smærri byggimálum, næst at henda grein ikki fanst í almennu byggisamtyktini fyri kommununa, og víðari at eingin góðkend byggisamtykt var galdandi fyri ætlaða økið, ið skuldi turrleggjast til bygging.

Frá undirbotligari byggigølu til politiska gølu
Eftir at Kærustovnur Føroya tileinkisgjørdi játtaða byggiloyvið frá Tvøroyar kommunu, íspann sær ein glantrileikur aldrin sæddur áður í okkara høgt virda Løgtingi. Borgarstjórin Kristin Mikkelsen leikaði í sum óður maður og hótti við 100-tals milliónum, sum vóru í vanda, fekk Varðin Pelagic ikki í stundini byggiloyvi. Kári P. Højgard, táverandi landsstýrismaður í Innlendismálaráðnum og Kaj L. H. Johannesen, løgmaður, løgdu fram lógaruppskot, ið skuldi heimilað byggiloyvið uppá eina viku frá kunngerð av byggisamtykt. Vanligar mannagongdir, antin at ganga fram smb. Býarskipanarlógini, ella at kæra avgerðina hjá Føroya Kærustovni til Býarrætin, vóru ikki brúktar.

Landsstýrið og løgting vóru drigin uppá tráð, og framdi stórsta mistak hugsast kann. Í danska parlamentinum, Folketinget, hendi sambærligt mistak í 1999 tá samtykt varð sonevnd singularlóggáva, ið er brot á megin reglur í donsku grundlógini. Hetta varð kært til Hægstarætt, ið møtti upp á Christiansborg og ógildaði lógina, ið fekk heitið LexTvind. Stórt bókaverk er skrivað kring LexTvind, ið stendur sum stórsti skammplettur í søgu donsku grundlógarinnar.

Niðurbraðing Tvøroyrar
Ikki skerst burtur at staðseting av mjøl- og lýsiverksmiðju í býarkjarnu og tøttum búsetingarøki, ið í øðrum londum varð gingið burtur frá fyri 70 árum síðan, er óamannaverk við lít. Verður ætlaða mjøl- og lýsiverksmiðja bygd á Tvøroyri, vil hetta hava við sær eina ótolandi støðu fyri íbúgvar á Tvøroyri. Innan fyri eina frástøðu á 500 metrar eru gott 250 bústaðir, sjúkrahús og røktarheim, handlar og tænastufyritøkur, og eitt miðbýar – og trivnaðarøki, ið ikki verður lív lagað.

Tvøroyrar kommuna hevur arbeitt eftir frumum, uttan fakliga ráðgeving, og uttan at taka atlit til borgarnar. Býráðið hevur viðgjørt byggiumsókn í loyndum, ikki hildið galdandi byggisamtyk, og á ongan hátt fyriskipað eina skynsama og skilagóða býarplanlegging øllum borgarum til frama.

Tað er ikki Varðin Pelagic, ella onnur vinnufyritøka, sum skal diktera og avgerða hvussu býarmenningin á Tvøroyri mest skynsamt verður løgd tilrættis. Skal býur og fólk hava umstøður at mennast og trívast, er alneyðugt at umhugsni og faklig ráðgeving verður tikin við í einhvørja menningarætlan.

Borgarar hava tikið seg saman i bólkin Livilig Kor á Tvøroyri fyri at mótmæla ætlaðu mjøl- og lýsiverksmiðju, og hava lagt fram uppskot og serstaka byggisamtykt, at Varðin Pelagic verður staðsett har arkitektarnir í 1978 vístu á, og sum táverandi býráð eisini mælti til.

Landsstýri og løgting, Tvøroyrar kommuna, og Varðin Pelagic, hava arbeitt seg út í eina rættuliga álvarsama støðu, ið kann blíva størsta gøla vit enn hava verði vitni til. Hesir tríggir partar standa einsmallir við ábyrgdini og hava tí skyldu til at rætta og endurbøta tann ovurstóra skaða framdur varð 15.mars 2013 við LexPelagic.

Kári Thomsen
limur i Livilig Kor á Tvøroyri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo