40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

So var nýskipanarnevndin á vøllinum. Hon hevur sent dikteraðu fiskivinnunýskipanina til hoyringar.

Niðurstøðurnar eru torgreiðar - kortini so avdúkandi, at sjónligt er, at ætlaða politiska kvørkratakið hjá landsstýrinum er avdúkað sum óbrúkiligt og í veruleikanum bara ein skurvut rødd handan falna jarntjaldið. 

At nýskipanarnevndin hevur fleiri fyrivarni enn loysnir í sínum hoyringstilfari, hevur sum vera man loypt øði í politisku frøðingarnar, sum antin eru tjóðveldissosialistar ella bara betongsosialistar.

Hesir, sum eru so sannførdir um egnan dugnaskap, at tað er undranarsamt, at teir ikki fyri langari tíð síðani eru multimillióningar - teir vita jú alt og vita sjálvsagt allarbest, hvussu vinna, frøði og búskapur skulu handfarast.

Men teir trívast sjónliga allarbest handan almenn skrivaraborð, har tað at hava meiningar um alt og øll onnur er púrasta kostnaðarleyst. Og leikpallurin í arbeiðstíðini er Fjesbókin.

Almenna lønin kemur undir øllum umstøðum á bók seinast í hvørjum mánaði.

Á Fjesbókini er ikki hissini illsinnissjónarmið frá Jacobsen, Oskarsson, Eliasen, Guðjónsson o.fl.

Hesir alfrøðingarnir, sum dúgliga verða brúktir sum búskarparlig sannleiksvitni av Journalistisku Vinstraflokkunum (t.e. KvF, Sosialinum, Dimmu og in.fo), hava  slettis einki álit á arbeiðinum hjá nýskipanarnevndini, nú nevndin ikki mælir til at kollvelta alla høvuðsvinnuna, soleiðis sum landsstýrið og alfrøðingarnir sjónliga høvdu í huganum.

Sum ein av teimum spyr hinar á FB: "Vita tit um tankar hava verið frammi í nýskipanarbólkinum um at skipa fiskivinnuna eftir nøkurlunda sama leisti sum við Statoil í Noreg (uml. 2/3 av partabrøvunum í statsogn) ella sum í Føroyum innan loftferðslu-, tele- og elframleiðsluni, har tað almenna hevur næstan 100% ognarrætt á feløgunum innan hesar vinnur?" 

Hesin spurningurin sigur jú alt í sosialistiska tjakinum millum vinirnar á FB.

Endamálið er aftur avdúkað.

Einar reint sosialistiskar Føroyar, stýrdar av politikarum og teirra sjálvbestaltaðu alfrøðingum.

Hesir, sum ongantíð hava vágað nakað, men sum ikki himprast við at jarða alt vinnuvirksemi sum eksperiment í teirra áhaldandi politiska hugsjónarstríði.

Vónandi vaknar onkur nú handan teprasta samgongumeirilutan nakrantíð.

Ad-hoc toymið   

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo