40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tøki peningur landskassans var sambært gjaldstovuni 9 mai í ár 3.631 milliónir. Sambært løgtingslóg um minstagjaldføri, er minst loyvda tøka peningaupphædd 2.830 milliónir. Tí eigur landskassin bara 831 milliónir í tøkum peningi.

Av hesum 831 milliónum eigur búskapargrunnurin 336 milliónir. Tí eru bara 495 milliónir í tøkum peningi í landskassanum.

Landsbankin sigur á heimasíðu sínari 8. mai: Harafturat rindar landskassin minst 700 mió. kr. aftur av skuld seinni í ár.

Tá landskassin bara eigur 495 mió. Í tøkum peningi, so noyðist fíggjarmálaráðharrin at seta á búskapargrunnin fyri at niðurgjalda skuld.

Landskassin skal gjalda eitt lán á 1,2 milliardir í juni. Tí skal fíggjarmálaráðharrin lána pengar ella at seta á búskapargrunnin til at niðurgjalda skuldina 700 milliónir.

Staðfestast kann at her er nógv reyp. Munur millum reyp og veruleikan tykist stórur. Og tess meira tey reypa, tess størri gerst munurin.

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. Helst eiga tey eina frágreiðing um at búskapargrunnurin er partur av minstagjaldføri. Men slíkt gevur onga meining. Um vit nú bestemma okkum fyri at brúka av búskapargrunninum og ongir pengar, men tøki peningur landskassans er undir minstamarkið, so eru defacto ongir pengar í búskapargrunninum. TVS. at fíggjarmálaráðharrin kann tøma búskapargrunnin. ERGO so verður tað í hesum føri soleiðis at búskapargrunnurin verður tómur, tí landskassin hevur ikki loyvi at brúka úr honum, tí hann telur við í gjaldførið. Hetta er bara for býtt til at verða sannheit.

Yvirlit mynd frá gjaldstovuni:  https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/gjaldfoeri/ 

Frá Landsbankanum har teir siga at innistandandi í Búskapargrunninum eru innistandandi 336 mió. https://landsbankin.fo/fo-fo/buskapargrunnur

Og hetta sigur landsbankin undir tíðindir á síanari heimasíðu: Harafturat rindar landskassin minst 700 mió. kr. aftur av skuld seinni í ár. 

Sí hetta seinasta her: https://www.landsbankin.fo/fo-fo/foeroyar-hava-litla-skuld-samanbori%C3%B0-vi%C3%B0-onnur-lond

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo