40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Búskaparráðið: Búskaparráðið hevur endurskoðað seinastu temafrágreiðingina, og tí sambandi eru týðandi rættingar gjørdar í partinum um barnamenning.

Frágreiðingin kundi geva ta fatan, at tørvur er á 89 starvsfólkum á barnamenningarøkinum í Tórshavnar kommunu í verandi løtu.

Hetta er ikki rætt, og Búskaparráðið harmast um mistakið.

Í sambandi við endaligu útgávuni hava limirnir í fráfarna Búskaparráðnum rættlisið og eftirkannað allar útrokningar sambært teimum givnu fortreytunum.

Í sambandi við greiningarnar av barnamenningarøkinum hava fortreytirnar ikki kunnað verið grundarlag undir teimum niðurstøðum, ið stóðu í upprunaliga frágreiðingini.

Verður tikið støði í tali av innskrivaðum børnum á stovnum, sum Tórshavnar kommuna hevur upplýst, er ikki tørvur á fleiri starvsfólkum.

Allur hesin parturin verður tí tikin burtur úr frágreiðingini.

Frágreiðingin staðfesti, at stórur tørvur er á starvsfólki innan alt vælferðarøkið næstu tíggju árini.

Eisini er tørvur á fólki at arbeiða innan barnamenning, og tað er ógvuliga umráðandi, at allar niðurstøður verða gjørdar á røttum grundarlagi fyri at tryggja góðskuna á kjakinum.

Tí velur Búskaparráðið eisini at gera vart við rættingarnar, ið eru gjørdar.

Uppgávurnar hjá Búskaparráðnum verða nú partur av arbeiðinum hjá nevndini í Landsbankanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo