Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Infrakervið við løðistøðum til bæði bussar og bilar skal vera liðugt í 2027

Infrakervið við løðistøðum til bæði bussar og bilar skal vera liðugt í 2027

Infrakervið við løðistøðum til bæði bussar og bilar skal vera liðugt í 2027

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið eitt ískoyti frá borgarstjóranum, at umleggingin av allari Bussleiðini til grøna orku skal vera framd í seinasta lagi í 2027.

Samtykt varð at byrja við tveimum nýggjum elbussum, og líka so skjótt tøknin og aðrar umstøður loyva tí, verða dieselbussarnir skiftir út við bussar við grønari orku.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at samtykta loysnin merkir, at Bussleiðin tænastuliga verður løgd í eitt trygt støði, har brúkarin fær fulla tænastu. Hartil er veitarin tryggur við loysnina og loysnin kann setast í verk 1. januar 2023.

- Soleiðis kunnu vit royna elbussarnar undir røttum umstøðum og skipanin kann víðkast og útbyggjast undir skipaðum viðurskiftum, sum ikki seta raksturin av Bussleiðini í vanda. Endamálið er so, at vit bara koyra grønt í 2027, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Broytingaruppskotið varð samtykt við 10 atkvøðum fyri, tveimum ímóti og ein var blonk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo