40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst vil eg takka borgarstjóranum í Eysturkommunu, tá hann herfyri greitt og siðiliga gjørdi vart við sína ónøgd við busssambandið millum Klaksvík og Tórshavn.

Tað er altíð gott at fáa góða hjálp frá grannakommunum, hóast eg hevði ynskt at fingið eina almenna fráboðan frá okkara egnu.

Beinanvegin, tað kom mær fyri oyra, at Strandferðslan ætlaði at hekta norður-eystur økið av landinum av, í strembanini eftir at gera tað lættari fyri seg sjálva, gjørdi eg vart við skeivleikan.

Okkara kommuna má á bánan
Tað hevur sera stóran týdning, at vit sum kommuna hava eina greiða rødd, ið ikki letur slíkt um seg ganga.

Hvønn gerandisdag hava okkara borgarar brúk fyri einari góðari og skjótari tænastu, ið trygt førir tey til og frá arbeiði.

Tí er tað óskiljandi, at vit sum býráðslimir hvørki hava hoyrt um ella sæð nakað hoyringsskriv.

Ei heldur er nakað lagt fyri nevnd, ella nøkur almenn fráboðan um støðu býráðsins til umleggingina av leið 400.

Strandferðslan ætlar at seta nýggju skipanina í verk longu 1. apríl, og um vit ikki gera vart við okkum beinanvegin, so verður seinur dagur, áðrenn vit fáa broytt skipanina aftur til nakað, ið kann vera til veruligt gagn fyri okkara borgarar.

Nú er hoyringsfreistin farin - vónandi er hoyringsskriv skrivað og sent - men alment havi eg onki hoyrt.

Býráðið má ikki lata landið hóreiggja sær, júst sum tey finna fyri best.

Her má leggjast trýst á politisku skipanina, so eisini borgarar í landnyrðings-Føroyum fáa gagn av skjótastu og tryggastu loysnini.

Jógvan Skorheim
býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo