40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðstu árini hava vit upplivað ein fólkavøkstur, sum flest okkara bert kundu droymt um, samstundis sum arbeiðsloysið er metlágt.

Hetta hevur millum annað viðført eina bústaðarneyð, sum vit ongantíð hava upplivað áður.

Sum samfelag mugu vit finna eina smidliga loysn á hesi avbjóðing. Ein loysn er, at geva húsaeigarum møguleika at sundurmatrikulera egnan bústað.

Broytingin ger tað møguligt hjá fólki at frámatrikulera partar av húsinum, undir tryggum og skipaðum umstøðum. Hetta krevur, at brunaumsjón og aðrar reglur um frámatrikkulering verða gjørdar.

Føroyingurin vil, sum meginregla, eiga egnan bústað. Hetta vil hjálpa fólki, sum ongan bústað eiga, til eina bíliga og skjóta loysn, har møguleiki verður at keypa partar av húsum, sum longu eru bygd.

Sera nógvir húsaeigarar standa við stórum húsum, ið eru omanfyri 200m2, har t.d. einans 2 fólk búgva, og er hetta ofta dýrt í viðlíkahaldi, olju v.m.

Húseigarin fær, við hesi ætlan, møguleika at selja partar av ognini, sum gevur honum eina peningaliga upphædd, sum kann minka um egna sethúsaskuld, og samstundis gevur hetta okkum ein fjøllbroyttari bústaðarmøguleika.

Vit hava síðstu árini upplivað, at tað er dýrt at ogna sær egnan bústað, óansæð um talan er um brúkt ella nýggj hús. Harumframt tekur tað langa tíð, tí trýstið á bústaðarbygging er ovurhonds stórt.

Ein annar fyrimunur við hesum uppskotinum er, at hetta vil lætta um trýstið á kommunurnar, tá talan er um bústaðartørv. Tað er ein fyrimunur fyri kommunurnar, at so nógv fólk sum gjørligt búgva á einum matrikkuli.

Í formansorðaskiftinum í vikuni vildi Framsókn vera við, at bústaðartrupulleikin ikki kundi loysast, og er hetta sjálvandi ikki sannleikin. Loysnin omanfyri vil bøta um umstøðurnar hjá teimum, ið søkja um egnan bústað beinanvegin, og uttan at hetta skal ”kosta ein bóndagarð”.

Jaspur Langgaard
valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo