40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Samstundis sum Tórshavnar Kommuna letur stór grundøki til privat vinnufelag fyri spottprís, er sitandi samgonga væl á veg til at knúsa Bústaðir.

So tað sum gjørdist ein sólskinssøga  undir seinastu samgongu hjá pensionistum lálønarbólkum, einligum forsyrgjarnum, eins og lesandi, verður nú eirindarleyst tileinkisgjørt av borgarligu samgonguni.

Tí nú ræður fyrst og fremst um vinnupolitik og profit fram um bústaðarpolitik. Privata vinnan  hevur í áratíggjir snorksovið, alt meðan búskaparneyðin í sama tíðarskeið er blivin ein fíggjarlig vanlukka hjá stórun parti av láglønarbólkun her á landið.

Er orsøkin hon, at tað er fyrst nú búskaparneyðin er so ógvuslig, at privata vinnan aftan á áratíggjir uttan íbúðarbygging, hættar sær undir at byggja nýggjar íbúðir.

Sambært stjóranum er ein tørvur, minnist meg rætt uppá 2-3000 íbúðir. Bústaðir hevur  seinastu árinihevur bygt so nógvar íbúðir, sum umstøðurnar hava gjørt tað møguligt. Nústani vaknar privata viinnan við kaldan dreym, og krevur at Bústaðir skal gerast eitt profitskapandi vinnufelag, sjálvt um tað gongut beinleiðis í móti Lógum og viðtøkum felagsins.

Ideologi Fólkafloksins er at tey ið hava ovmikið, tey skulu fáa meira. Meðan tey ið hava lítið, tey skulu ikki hjálpast. Hesi lálønarbólkar skulu nú saman við Bústaðir koyrast í borgarliga gullkálvadansin, soleiðis at bert tær fíggjarligu sterku fyritøkurnar  eins og tey íð eru fíggjarliga væl fyri,klára at gjalda tað okursleigu í verður avleiðingin.

Í  Danmark eins og í øðrum norðanlondun verður hugsa um lánlønarbólkar við  at geva ymisk almennan ískoytis stuðul, so sum boligsikring o.a. sum ið summum førum er kanska  4-5000 krónum um mánaðan.

Hinvegin so er Fólkaflokkurin privata vinnan saman her á landið farin í hernað, soleiðis at íbúðarprísirnir verða kanska tvífaldaðir. Tað sigst, veit ikki um tað er so, at reiðarí hevur bílagt 30 íbúðir. Tað er sjálvandi einki løgið í tí, tá hugsa verðu um at fyritøkur hava keypt seg inn í bankabygningar, baksturvinnuna, og nú seinast inn í hotel virksemi.

Tað er sjálvsagt tá fyritøkurnar mega gjalda rentu fyri at hava peningin í bankanum. Tí er tað ikki meira enn rímiligt og natúrligt, at teirra peningurin verður settur í

Virðisbrøv o.a. eins og hann nú verður hann settur í aðrar byggiætlanir.

Men tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at tey ”á gólvinum” ið hava fyri neyðuni at leiga sær eina íbúð fyri okursprísi, av teirra rentun og avdrag eru við til, at stuðla fyritøkur ið ikki hava tað fyri neyðuni at stuðlast.

Miðflokkurin hevði áðrenn løgtingsvalið á lofti, at seta ein bústaðarbanka á stovn. Minnist meg rætt, so skuldi stovnsfæi verða 500 milliónir krónur.

Í almenna fjølmiðli herfyri so var tað sambært Jóhan Dahl løgtingsmanni Sambandsfloksins ikki loyvt sambrt. lógum Bústaðir, soleiðis uttan nakað at gera Bústaðir til eina profitskapandi fyritøku.

Undantikið Fólkaflokkin so er stórur meiriluti er í løgtinginum  fyri at Bústaðir skal røkja búskaparpolitik eftir tí leisti íð stendur í viðtøkum felagsins. Er tíðin ikki komin hartil, at Jóhan Dahl og Sambandsflokkurin her og nú vísa Fólaflokkinum hvar politiska skápið skal standa í hesum málið. Tí slakar Sambadsflokkurini í einum so prinsipiellum málið, so kemur Fólkaflokkurin at kannibaliserað Sambandsflokkin hetta valskeiðið.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo