40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

"Einans neyðútgongd" stendur á hurðini, men hon kann ikki brúkast.

Uttanifrá er skilligt, at rýmingarleiðirnar ikki eru brúkiligar frá kjallara og miðhædd. Fólk búgva á øllum hæddum.

Bústaðir eru farnir undir umvælingar uttanfyri, og tað er í tí sambandi at neyðdyrnar eru sperraðar.

Onki ljós sleppur inn á gongirnar eftir at byggiplátur eru settar fyri rýmingarleiðirnar, sum eisini er einasta vindeyga.

Av ovastu hæddini slepst út gjøgnum neyðdyrnar, men ikki av miðhæddini og kjallarahæddini.

- Um bygningurin framvegis er í brúki, tað vil siga fólk búgva har, og rýmingarleiðirnar eru stongdar, so er tað "heilt galið".

Á Arbeiðseftirlitinum, sum í dag umsitur yvirskipaðu reglurnar um fyribyrging á brunaøkinum, eru tey ikki í iva. Tað ber ikki til at hava fólk búgvandi á einum byggiplássi. Og tað sum Bústaðir hava gjørt í samband við umvælingararbeiðið er tí ikki í lagi.

Tað er Glasir, ella nærri Føroya Handilsskúli, sum øll árini síðani Næmingaheimið undir Fjalli lat upp, hevur havt umsitingina av næmingaheiminum undir hond. Men fyri fáum vikum síðani hevur Bústaðir yvirtikið næmingaheimið, og tað er í tí sambandinum, at umvælingar eru byrjaðar, og byggiplátur av einihvørjari orsøk eru settar fyri fleiri rýmingarleiðir

Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, sigur við VP, at Glasir framvegis hevur ábyrgdina av at kunna næmingarnar. 

- Og teir eru kunnaðir um umvælingarnar sum eru byrjaðar. Men tað er nýtt fyri mær, at neyðdyr eru sperraðar, og tað kann ikki vera meiningin, sigur Steinbjørn Hardlei.

Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, er burturstaddur, men Allan Skaalum, umsitingarleiðari, váttar fyri VP, at tað eru Bústaðir sum hava ábyrgdina av umvælingararbeiðnum. Hann váttar eisini, at fólk framvegis búgva í bygninginum.

Heldur ikki hann veit um, at neyðdyr eru stongdar.

- Nú spyrt tú meira enn eg dugi at svara uppá, sigur hann,  men lovar at kanna málið umgangandi.

36 næmingar búgva í Næmingaheiminum undir Fjalli.

Uttanifrá er skilligt, at rýmingarleiðirnar ikki eru brúkiligar frá kjallara og miðhædd. Fólk búgva á øllum hæddum.

Bústaðir eru farnir undir umvælingar uttanfyri, og tað er í tí sambandi at neyðdyrnar eru sperraðar.

Onki ljós sleppur inn á gongirnar eftir at byggiplátur eru settar fyri rýmingarleiðirnar, sum eisini er einasta vindeyga.

Av ovastu hæddini slepst út gjøgnum neyðdyrnar, men ikki av miðhæddini og kjallarahæddini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo