Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skulu vit koma stóru bústaðarneyðini til lívs, so er neyðugt, at vit fáa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Tað hevur eisini týdning fyri savningarmegina í Føroyum. Tað merkir, at vit skulu hava fleiri bíligar bústaðir, vit skulu hava fleiri bústaðarmøguleikar – bæði í miðstaðnum og á smærru økjunum. Vit hava tørv á leiguíbúðum, eigaraíbúðum, lutaíbúðum o.ø.

Tað merkir sjálvsagt eisini, at bæði tað almenna og privata mugu byggja bústaðir. Men tað er eyðsæð, at tað almenna og privata ikki byggja somu sløg av bústøðum. Men bústaðarpolitikkur er bústaðarpolitikkur – ikki vinnupolitikkur.

Samgongan vil føra eina aktivan bústaðarpolitikk, sum ger tað møguligt at seta búgv í Føroyum. Aðalmálið hjá politisku skipanini má vera at tryggja fólki tak yvir høvdið – til ein sámiligan prís.

Vit hava longu nú broytt lógina um Bústaðir, so at Bústaðir aftur eru eitt bústaðarpolitiskt amboð og ikki eitt vinnupolitiskt amboð.

Harafturat hevur samgongan sett sær fyri, at kommunurnar saman við Bústøðum skulu fáa heimild at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg við tí fyri eyga at fáa bústaðir til vega, ið eru til ein sámiligan prís. Umframt, at lániheimildin hjá Bústøðum verður økt við 350 mió kr.

Hendan broytingin merkir, at nú fara kommunurnar eisini verða við til at loysa bústaðarneyðina. Kommunurnar fara saman við Bústøðum at kunna seta gongd á bústaðarbygging og harvið eisini verða við til at økja um útboðið av bústøðum – um alt landið.

Skal bústaðarneyðin loysast, so mugu fleiri bústaðarpolitisk átøk fremjast. Hetta er eitt av mongum, ið samgongan hevur sett sær fyri at fremja.

Hervør Pálsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo