40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv eru ill um grein á VP um Bústaðir. Øðin sigst verða um dulnevni. Men eg haldi veruliga orsøkin er, at fólk ikki vistu av, hvat Bústaðir er fyri ein stødd.

Tað er ikki altíð tú skalt fortelja at keisarin er nakin.

Í øllum førum er vandamikið at skriva egna navn sítt undir.

Politikkur er eisini í málinum og áhugin at dylja upplýsingar fyri fjøldini tykist stórur.

Líkist einari desperatari roynd at krógva veruleikan.

Upplýsingarnar kunnu eftirkannast. Ársfrágreiðingin hjá Bústaðir er á teirra heimasíðu.

Og tí havi eg ómakað mær at eftirkanna greinina á VP og Ársfrágreiðingina.

Og har er fult samsvar.

Tað er upplýst, at Bústaðir ultimo 2018 hevur 256 leigumál, sum góvu 11,5 mió. í leiguinntøku.

Í miðal svarar tað til 3.755 kr. pr. mánað.

Eisini er upplýst at fastar útreiðslur eru 4,272 mió.

Lønarútreiðslurnar eru 9.651.897 krónur.

Tey, sum rokna fáa sama tal, sum dulnevnda lesarabrævið á VP.

Eg las so eitt sindur meira.

Har finst ein uppgerð á síðu 32 í PDF-fílinum um leigumál og inntøkur og útreiðslur.

Hendan vísur at í 2017 var úrslitið 1,7 mió. og í 2018 3,2 mió. av leigumálunum.

Men tá eru ongar lønir taldar við og heldur ongar fyristingar/rakstarútreiðslur.

Samlaðar lønir vóru 9,7 mió. og fastar útreiðslur vóru 4,2 mió.

Hvussu stórur partur av føstu útreiðslunum og lønunum hoyra til útleigan, er trupult at siga.

Um alt hoyrur til, so mangla 10,7 mió. í fyri at útleiguvirksemi balanserar.

Nakað av hesum hoyrir sjálvandi til annað. Men tað skal nógv til fyri at fáa javnvág í.

Tað, sum undrar mest er talið av starvsfólkum.

Um tað er so dýrt at hava skil á leiguinntøkum, so verður neyðugt at hækka leigukostnaðin.

Men tað kann eisini verða at tey bóka allar lønir, sum verða brúktar til nýbygging sum rakstur. Tað átti at verið bóka sum kostnaður av nýggju íbúðunum sum so bliva dýrari.

Vit síggja eisini, at Bústaðir hevur næstan onga bankaskuld og frameftir verður tað so ein útreiðsla.

Vit síggja eisini, at úrslitið í 2018 var undirskot á 2,9 mió. og í 2017 var undirskotið 1,5 mió.

Í ársfrágreiðingini síggja vit eisini yvirlit yvir leigumál og leigupris. Tað sæst at mánaðargjald í mun til nýbygging kanska ikki er so stórt. Vit síggja eisini í ársfrágreiðingini at tað eru ongir avdráttir og meginparturin er rentur.

Avskrivingin er 2,3% árliga. Tað svarar til 43 ára avdráttartíð.

Tað hevur Bústaðir so valt at kalla 30 ár at avskriva og bara at avskriva 70%.

Út frá hesum eru ongir pengar settir av til størri viðlíkahald og tí verður neyvan gott um 10-20 ár.

Eg royndi at leita, men fann ongar leiguavtalur.

Er leiguprísurin fastlæstur?

Tað hevur eisini týdning, tí ein leiguprísur í dag, sum er fastur, kann gerast meira spennandi enn gott er, um vit fáa nakað av inflatión og rentuhækkingum.

Tá fara antin leigarin ella Bústaðir konkurs.

Tað undrar, at so nógv, eru so frelst og avnokta at diskutera Bústaðir og illgita hetta dulnevnda lesarabræv. Eg skilji tey eru ill. Tí tá tað er dulnevnt ber ikki til at fara eftir manninum. Tá er bara bólturin eftir.

Seinastu dagarnar hava nógv fólk avdúkað seg sum fullkomiliga líkaglað við fakta.

Áhugin fyri sakligari viðgerð er als ikki til staðar.

Harumframt royna politiskir ørindadreingir eftir førimuni at tiga hetta burtur við at siga, at dulnevndar meiningar ikki kunnu takast seriøst.

Tað byrjaði við at politikarar leka upplýsingar um at Bústaðir skal veingjaskerast. Og síðan koma politisku ørindasveinarnir. Og nú hava tey eisini fingið tey, sum ofta skriva á Facebook bólkinum: Fjølbroyttari Bústaðarmøguleikar í Føroyum at bera stafettina víðari.

Hetta er misbrúk av teimum á niðastu rók. Havi ikki sæð nakað boð uppá loysn.

Ella kanska politikarar, hugsa um milliónina teir ella kanska teirra veljara missa um trupulleikin verður loystur.

Tí valdi eg at skriva tað sama, sum stóð í dulnevnda lesarabrævinum og so eitt sindur umframt.

So nú átti argumentið um dulnevnd lesarabrøv at verið burtur.

Tølini hjá Bústaðir áttu at verið kannað og útgreinað betri. Tað kann sjálvandi vera onkur skilagóð frágeiðing. Men tað sær ikki pent út.

Eg skilji húsaeigarar í Havn, sum ynskja at varðveita neyðina hjá teimum á niðastu rók.

Tey skora 1-1,5 mió. í eyka frívirði á sínum sethúsum treyta av framhaldandi bústaðartroti.

Men tað er hvørki moralskt ella sosialt.

Sjálvur eri eg so býttur, at eg royni at finna eina loysn, soleiðis at tey á niðastu rók fáa ein tryggan bústað, tey hava ráð at gjalda.

Hvussu býttur kann man vera?

Nú bíði eg spentur eftir nøkrum óseriøsum burturforkláringum. Kanska tey heldur royna at tiga meg í hel.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo