Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smápartafelagið Snarhús við heimstaði í Saltangará hevur verið frammi í miðlunum í seinastuni, tí fleiri ungar familjur, sum hava gjørt avtalu við Snarhús um at byggja nýggj hús, hava verið sera misnøgdar við arbeiði.

Sí eisini: Snarhús gjørdust ein marra

Nú er roknskapurin fyri seinasta roknskaparárið komin, og hann má sigast at vera dapur lesnaður. Grannskoðarin, sum forrestin ikki er tann sami sum í 2021, tekur eisini óvanliga stigið at siga, at roknskapurin ikki gevur eina rættvísandi mynd av felagsins ognum, skyldum og fíggjarstøðu við árslok í fjør.

Úrslitið gjørdist hall uppá 3,1 mió kr. Bruttovinningurin var eisini negativur við 1,8 mió kr og eisini eginpeningurin er negativur við 2,1 mió kr.

Í ársroknskapinum sæst, at posturin "Arbeiði í gerð" við árslok í fjør var nærum 5,3 mió kr í mun til 363 tkr eitt ár frammanundan. Ein stórur partur av hesum er sannlíkt kundar, sum ikki vilja gjalda, og grannskoðarin nevnir, at fæst ikki semja við keyparar um verandi manglar í arbeiði í gerð, so má hesin posturin metast at hava munandi minni virði.

Eisini eru útistandandi krøv móti felagnum í samband við bygging av sethúsum, og her kann felagið skjótt koma at gjalda útivið 3 mió kr í hesum sambandi.

Í postinum "óvissa um going concern" verður nevnt, at tað er ein spurningur, um felagnum í heila tikið er lív lagað, men leiðslan hevur valt at seta upp roknskapin við framhaldandi rakstri fyri eyga.

Eigararnir upplýstu undir postinum "óvanligt vinningsbýti viðtikið í árinum", at teir fóru at útgjalda sær 858 tkr, fyri roknskaparárið 2021, men hetta sær út til at vera strikað í 2022.

Hans Petur Ellingsgaard er stjóri í Snarhúsum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo