Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bylgju cup: Kappast var í øllum aldursbólkum, og nógvir spennandi dystir og ikki minst spennandi kappingar hava verið hesar báðar dagarnar. 

Lutakast varð millum øll yngru liðini, sum luttóku í kappingi, um eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag. Hepni vinnarin gjørdust Klaksvíkingarnir u13dr.

Fyri fyrstu ferð var eisini kapping fyri kvinnur. Trý lið meldaðu til, og vinnari gjørdist Qí, sum somuleiðis fekk eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag. Nummar tvey gjørdist Víkingur og nummar trý gjørdist Tollaginurnar. Vit vóna, at fleiri kvinnulið melda til næsta ár.

Síðsta kapping var fyri menn. Vinnandi liðið gjørdist 1983 eftir eina drúgva finalu, har liðið vann á Biskopstø, ið gjørdist nummar tvey. Longd leiktíð og fleiri bortsspørk skuldu til, áðrenn vinnarin varð funnin. Nummar trý gjørdist Jújú. 

Vinnandi liðið fekk eisini eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag.

Vit vilja við hesum takka øllum teimum 72 liðunum, ið møttu upp í KÍ-høllini at kappast hesar báðar dagarnar. Vit takka somuleiðis tykkum øllum, ið komu á gátt í KÍ-høllina hesar dagar, og ikki minst stuðlunum, Kanjon, Waag, MP-Teknik, Klakkur og Norðoya Sparikassi.

Eftir er bara at siga, at vit síggjast aftur millum jól og nýggjár 2024 :)

Sí myndir á facebook-vanganum hjá Bylgju cup

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo