Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Åre býráð í Svøriki hevur júst samtykt at seta forboð móti at alilaksur kann serverast í barna- og forskúlum í kommununi. Ein meiriluti tók hesa avgerð tó at einstakir býráðslimir vóru imóti. Avgerðin kemur tó ikki at fevna um pleyguheim og eldrarøkt.

Socialdemokraturin Peter Bergman hevði lagt uppskotið fram, og var megin sjónarmið hansara, at skoða alivinnuna í víðari merking sum vernd av villa atlantslaksinum, at verja um Eystrasalt og taka frástøðu frá verandi aling í opnum nótum.

Peter Bergman sær býráðssamtyktina sum jaliga, at avgerðin er framskygd, og við vónini at fleiri kommunur í Svøríki koma at taka táttin upp og seta forboð móti alilaksi í barna- og forskúlum.

Samtyktin í Åre kommunu sampakkar væl við nýggja kosttilmæli frá ES matvøru- og heilsustovninum EFSA, ið fyri hálvum ári síðan kom við endurskoðaðum kosttilmæli, at fólk minkaðu sítt át av alilaksi við heili 90%, og at serstakliga børn og barnakonur slettis ikki máttu eta alilaks. Orsøkin var høgt innihald av dioxin og dioxinlíknandi PCB´ir í fiskinum, og at hesi evni hava álvarsamar heilsuvandar við sær.

Fólkaheilsuráðið veit um endurskoðaða tilmælið frá EFSA, men kann sambært stjóranum ikki gera so nógv fyrr enn Heilsufrøðiliga Starvsstovan er komin við tilráðing. Og spurningur er settur til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ið, sum roknað varð við, ikki hevur nakra ætlan at geva landsins íbúgvum tilmæli at ansa eftir hvussu nógv verður etið av alilaksi.

Uttanumtos við markvirðum fyri dioxin og pcb´ir, ið eisini finnast í einari røð av øðrum matvørum, er tað vanliga frá hesum stovni, ið ikki kann koma longur enn til soppafongt djús, spiltan dósamakrel og maðk í einum dadliposa.

Og úrslitið sæst í øllum aldursbólkum... frá teim ynsgtu við ADHD og autismu til miðalaldrandi kvinnur við bróstkrabba, og túsundatals borgarar við diabetes 2.

Grønmeti og frukt við alskyns eiturevnum – m.a. Chlorpyrifos, eitt organofosfat í bólki við Azamethifos, ið alivinnan nýtir til lúsabasingina, er at finna í flestu appelsinum og citrusfruktum frá Spanien. Evnið er bannað í langt flestu londum, men verður tó brúkt í stórum nøgdum sum kyknueiturevni í Spania, Kina og øðrum asiatiskum londum.

Og granskarar og heilsustovnar peika á hetta vandamikla evni og organofosfatir sum heild, sum megin orsøk til ADHD og autismu, og at skaði serstakt stendst á heila og menning hja børnum.

Hvat Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger til dagligt er ikki gott at vita, men nakað seriøst og skilagott er rættuliga trupult at fáa eyga á.

Og alt meðan heilsuskaðar taka seg upp, kostnaður av sjúrahúsverkinum spolar upp eftir, vegna m.a. heilsuskaðiligar matvørur, serverar alivinnan propagandatilfar um at nøkta mat til heimsins borgarar og skipar tiltak á Grynnuni í høvuðsstaðnum og laksatorg í Runavík.... har smá og stór børn frítt kunnu spæla sær og eta alilaks.

Her áttu tilkomin fólk at traðka í karakter og tikið vernd um tey smáu, ið mugu sigast at hava størri virði fyri framtíðina enn hjúkl og undirbrotligheit fyri einari karráari alivinni, ið eingi fyrilit hevur fyri nøkrum – hvørki náttúru og umhvørvið, enn minni fyri landsins íbúgvum.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo