40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Miðstovnurin flutti inn í Gamla Realskúlan á vári 2018. Stovnurin byrjaði beinanvegin at taka børn inn samstundis sum umvælingar fóru fram. Innkoyringar og byggipláss alt í einum, men starvsfólk og foreldur funnu loysnir, tí øll vildu Miðstovnin.

Í skrivandi stund halda 40 barnagarðsbørn í Miðstovninum til í einari kjallaragongd úr betong í Finsen. Vøggustovubørnini halda til í gamla realskúlanum. Í 3,5 ár hava børn okkara spælt úti á einum innhegnaðum frímerki av einum parkeringsplássi í kommunuskúlagarðinum. Parkeringsplássið, sum skal eitast at vera spæliplássið hjá børnum okkara, er útgjørt við einum sandkassa og einum lítlum spælihúsi, sum vit foreldur sjálvi hava gjørt. Eingin køkur er í betongkjallaranum í Finsen, so tvær ferðir um dagin fara barnagarðsbørnini út í øllum veðri yvir í húsini hjá Frk. Cohr at eta.

Fyrr í ár segði dagstovnaleiðarin í Miðstovninum seg úr starvi vegna ótolandi arbeiðsumstøður – m.a. manglandi játtan og vantandi starvsfólk. Hetta ávirkaði bæði foreldur og starvsfólk nógv, og við fyrrverandi dagstovnaleiðaranum í Miðstovninum fóru onnur góð starvsfólk eisini.

Vit foreldur í Miðstovninum vóru ørkymlað um støðuna á Miðstovninum og gjørdu vart við okkum, bæði í miðlunum og yvirfyri kommununi. Á kreppufundi við kommununa royndu vit foreldur at varpa ljós á vánaligu umstøðurnar á Miðstovninum, og kommunan lovaði okkum, at batar vóru ávegis. Teir mest átrokandi manglarnir – so sum at fáa ordilig portur, so børnini steðga við at rýma út í heilum – vórðu gjørdir beinanvegin, men tað, sum veruliga fekk okkum foreldur at halda fast í vónini um Miðstovnin, var lyftið frá kommununi um, at øll Kongagøtan og garðurin hjá Frk. Cohr var okkara. Stóru børnini fóru at húsast í gula bygninginum og nýtt spælipláss skuldi gerast í garðinum hjá Frk. Cohr.

Vit hava bíðað spent, síðani vit áttu at sleppa inn í august 2020. Sum so bleiv til november 2020. Sum so bleiv til várið 2021. Sum so bleiv til eftir summarferiuna 2021. Sum so bleiv til... Einki! Vit hava nevniliga teir seinastu dagarnir hoyrt sum slatur, at dagstovnurin í Kongagøtu verður til einki hóast alt. Og tað vísti seg at vera rætt, tí nú hevur ein meiriluti í Mentamálanevndini í kvøld samtykt, at guli bygningurin í Kongagøtu knappliga skal brúkast til framhaldsdeild hjá einum skúla í kommununi.

Foreldur hava onga kunning yvirhøvur fingið. Hvørki frá starvsfólkum, tí tey hava fingið munnkurv á, ella frá kommununi. Og tá vit biðja um innlit í málið, fáa vit einki svar. Vit hava verið tolin og hava bíðað í 3,5 ár eftir betri umstøðum til børn okkara, og nú hoyra vit, at ein at síggja til púra tilvildarlig politisk avgerð knappliga er tikin, og at starvsfólk, børn og foreldur hava funnið seg í tolandi umstøðum til fánýtis?

Hetta er at halda børn og starvsfólk í Miðstovninum fyri tað turra spott.

Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, segði í Degi & Viku í mai mánað, at hann ikki kundi liva við, at foreldur at børnum í Miðstovninum kendu seg noydd at taka børnini heim orsakað av vánaligu umstøðunum har. Samgongan hevði nevniliga sett sær fyri at “uppraðfesta” dagstovnaøkið í kommununi. Verður henda ætlan um at bróta lyftið til børnini á Miðstovninum samtykt á býráðsfundinum hósdagin, fer tað við vissu at ávirka Miðstovnin so mikið nógv, at foreldur vera noydd at taka børnini á stovninum heim. Eingin ivi um tað. Starvsfólkini á stovninum hava funnið seg í nógvum, men nú ber av.

Kanst tú liva við tí nú, Annfinn?

Vit fáa at síggja hósdagin.

Foreldraráðið í Miðstovninum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo