Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Skúlagongd er sum vanligt á Glasi í dag. Men tað var ikki uttan svørslag, tí í nátt ivaðist rektarin, Bogi B. Jensen stórliga í, hvat hann skuldi gera.

Við morgunsendingina hjá Kvf segði hann, at leiðslan á Glasi í gjárkvøldið fekk at vita frá fleiri næmingum, at ein persónur á sosiala miðlinum JODL, har til ber at vera ónevndur, hevði heitt á allar næmingar á Glasi um ikki at fara í skúla.

- Nógv spurdu um hví, og í samskiftinum sum stóðst úr hesum vórðu orðini "school shooting" eisini nevnd, segði Bogi B. Jensen. Leiðslan valdi at binda um heilan fingur og biðja politiið kanna málið.

Í tíðindaskrivi, sum politiið hevur sent út, verður sagt, at fráboðanin kom umleið klokkan 21 í gjár. Nakað eftir tað ringdi persónurin, sum byrjaði alt, sjálvur til løgregluna og segði, at alt var bara gjørt til stuttleika.

- Politiið tekur slíkar fráboðanir sera álvarsliga. Slíkir upplýsningar føra við sær álvarsligan ótta hjá fólki. Av hesi orsøk var viðkomandi handtikin í gjárkvøldið.

Avhoyringar eru gjørdar og støða verður nú tikin til, um ákæra verður reist í málinum.  Løgreglan hevur nú gjørt kanningar í málinum og staðfest, at málið ikki setur spurnartekin við trygdina hjá næmingum og starvsfólkum á Glasi, sigur politiið í tíðindaskrivi.

Bogi B. Jensen, rektari, segði við útvarpið, at umleið klokkan tvey í nátt var greitt, at onki var at óttast, og tí vórðu boð send til næmingar og starvsfólk á Glasi um, at skulagongdin verður sum vanligt í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo