40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

23 starvsfólk frá øllum landinum, byrjaðu demenssamskipara útbúgving mánadagin í Vágum.

Aime Jacobsen, borgarstjóri  í Sørvágs Kommunu og formaður í stýrinum ynski øllum, ið starvast hjá heimatænastuni í Vágum og øllum starvsfólkum, ið kommunalu samstørvunum kring landið og frá almannaverkinum, at verða hjartaliga vælkomin vestur.

Eisini kom hon inn á, at størsti parturin av demensumsorgan og tilboðum liggja nú í nærumhvørvinum hjá borgarunum og verða ídag fyrisitin av kommunalu samstarvsøkjunum. Tí er umráðandi at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa somu atgongd til hesa vitan og at tey tilboð og fyriskipanir, sum eru, verða bygd á holla og nútímans vitan.

Demens er vitunartungt og ymiskar eru avbjóðingarnar í arbeiðinum innan demensrøkt. Tað setir stór krøv til samskipanina av teim ymsu átøkunum og hjálpini, sum einstaki borgarin og hansara avvarðandi tørva, hvørt tað so er heima ella á røktarheimi. Tí hava vit brúk fyri at fáa útbúgvi starvsfólk, eisini fyri at klára framtíðar avbjóðingar. Til síðst segði Aime, “at vit síggja fyri okkum, at okkara demenssamskipara her vesturi, fara at spreiða demensvitanina út í alla heimatænastuna og út í samfelagið og at okkara eldru, sum verða demensrakt og teirra avvarðandi fara at hava stóra gleði av tykkara vitan”.

Undirvísingarleiðari er Birgitta Volund, sjúkrarøktarfrøðingur og master í gerontologi. Peter Roos, Neurolog, Phd frá Hukommelsesklinikkini á Ríkissjúkrahúsinum. Mette Søndergaard, ergoterapeutur og rithøvundur.

Tað er heimatænastan í Vágum sum skipar útbúgvingina. À myndini eru Aimi Jacobsen  borgarstjóri í Sørvágs Kommunu, Halldis Joensen leiðari í Heimatænastuni í Vágum og Eyðdis Hartmann Niclasen borgarstjóri í Vága Kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo