Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti í november at gera ráðgevaraavtalu um fyrireikingar til at bjóða út arbeiðstøku av eini stórari verkætlan um altjóða skjótibreyt á Sandvíkum.

Tað sum eyðkennir verkætlanina er, at serlig atlit eru tikin til uppruddingararbeiðið í sambandi við skjóting. Breytirnar vera fluttar longur frá fjøruni, lendið verður drenað og slættað, so gjørligt verður at skipa ruddingina betur.

Ein vallgarður er teknaður at liggja á markinum millum anleggið og fjøruna, hann skal forða splintrum frá leirdúgvunum í at enda í fjøruni. Somuleiðis skal vallgarðurin tryggja, at tað framvegis verður atkomuligt hjá almenninginum til fjøruna.

Anleggið skal vera fyri øll, tí eru atkomuviðurskiftini fyri rørslutarnað raðfest høgt. Hetta verður gjørt við at ein gøta kemur at leggja seg gjøgnum lendið og virka sum bindiliður millum felagshúsið við yvirdekkaðum hátúni, áskoðaraskýli og skjótistøðini.

Í skipanaruppskotinum er lagt upp til, at eitt felagshús verður gjørt við øllum hentleikum, so sum hølum/umstøðum til innivist, smærri móttøkur, veitslur, vesir o.a. - hugsanin er, at sjálvt felagshúsið er uppbygt sera einkult, bygningsgrindin verður gjørd í pørtum, ið skjótt kunnu setast upp.

Í sambandi við oyggjaleikir kann breytin brúkast til OL-trap, Automatic Ball Trap og OL-skeet, eins væl og ovara skeetbreytin í uppskotinum kann brúkast til Compak-Sporting-breyt. Til tað síðsta krevst tó, at fleiri kastimaskinur verða settar upp, men hesum rúmar breytin væl. Skjótisamband Føroya metir tí, at uppskotið um nýggja breyt vil tryggja skjótiítróttin í Føroyum í mong ár.

Tríggjar miljónir vórðu settar av til lendisarbeiði, dren, planering og vallgarðar, og um fýra miljónir vórðu settar av til breytina í 2021, sum eftir ætlan verður liðug tá.

Skjótibreytin er ein liður í ítróttarpolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har lagt verður upp til at fáa fleiri altjóða kappingar til høvuðsstaðin. Nýggj skjótibreyt er sjálvandi eisini kærkomin í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2029.

Síðan er umsitingin komin ásamt við Byrsumúla um eina samstarvsavtalu. Arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitasjón skjótast, so arbeiðið kann byrja í heyst.

Felagið hevur søkt um stuðul á 175 túsund til at endurnýggja teknisku leirdúgvuskjótingina, málið er samtykt í mentamála- og fíggjarnevndini og varð samtykt á býráðsfundi í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo