Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Byrta, sum nokk mann teljast millum best umtóktu poppbólkarnar í Føroyum, fer nú aftur á pall eftir at bólkurin ikki hevur verið á palli seinastu árini.

Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen, sum mynda bólkin, hava roynt seg hvør sær, men nú fara tey so aftur á pall saman sum Byrta á Okkara Voxbotn 2018.

Løg sum Norðlýsið, Loyndarmál, Eydnan og Í tínum eygum hava brent seg inn í heilan á flest okkara og eru tráspæld á útvarpsrásunum. Og tær konsertirnar, ið Byrta higartil hevur havt á Voxbotn, hava víst, at Byrta er ein bólkur, sum bæði hugsar í tónleiki og framførslu og megnar at fáa allar áhoyrararnar við.

Tí verður tað uttan iva ein dansiveitsla av teimum heilt stóru, tá Byrta aftur fer á pallin niðri í Vágsbotni.

Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 byrjaði fyri trimum vikum síðani og ongantíð áður hevur gravgangurin eftir atgongumerkjum verið so stórur sum hesaferð, siga fyrireikararnir. Langt yvir helmingurin av øllum atgongumerkjunum eru longu seld. Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði - bæði útlendsk og føroysk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo