40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Enn eitt útlendskt navn er komið á plakatina hjá Tórsfest. Tí í dag hava fyriskipararnir av Tórsfest kunngjørt, at vælumtókti danski bólkurin Carpark North fer á pall í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 23. juli. Og hetta verður ein serlig konsert, tí hon verður tann einasta, sum bólkurin fer at hava í ár.
Við risahittum sum Transparent & Glasslike, Human og Shall We be Gratefull hevur Carpark North verið trúgvur gestur á donsku hittlistunum og stóru festivalunum í Danmark.

Teir vitjaði fyri fyrstu ferð í Føroyum í Mentarhúsinum í Fuglafirði á heysti 2005. Tann konsertin telist nokk millum allarbestu rokk konsertirnar, sum hava verið her á klettunum. Teir vitjaðu eisini á Voxbotn í 2013, har teir aftur framførdu eina sera góða konsert og fingu alla fjøldina á kók.

Carpark North hava givið fleiri fløgur út og útgávurnar hjá donsku elektro rokkarunum hava fingið bæði platin og gull sølutøl og givið teimum støði millum stóru donsku tónleikanøvnini hesumegin ártúsundskiftið.

Vørumerkið hjá bólkinum er í alt størri mun vorðið góðu konsert framførslurnar.

- Vit eru ein undirhaldsbólkur. Okkara tónleikur er gjørdur fyri at gera fólk glað, og fyri at fáa lív í tey. Vit eru soleiðis, sum persónar, at um vit ikki spæla lívligan og festligan tónleik, so keðast vit av tí. Okkara framførsla ber brá av hesum, sigur sangarin í bólkinum Lau Højen.

Lau greiðir víðari frá, at fyrr líktust konsertirnar nógv fløgunum. Men hetta riggaði ikki so væl í øllum løgum, so tí hava teir gjørt summi av løgunum um, við eyka pettum, og umskipan av ymsum. Hetta riggar betur, og ger sjálvandi eisini konsertupplivingina betur. Konsertin er sostatt ein heilt onnur uppliving enn at seta eina fløgu við bólkinum.

Fokusið á at gera konsertirnar so góðar, sum til ber, er uttan iva ein av orsøkunum til, at bólkurin nú í skjótt 13 ár hevur talst millum bestu konsertbólkar í Danmark.

Nú verður so møguleiki at hoyra vælumtókt bólkin í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið fyri ólavsøku. Og hetta verður ein eksklusiv og serlig konsert í Føroyum, tí konsertin á Tórsfest verður tann einasta konsertin, sum Carpark North fer at hava í ár.

Umframt Carpark North er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtókti danski bólkurin Saybia, okkara egnu Týr, Marius, MC-Hár og Punjab eisini fara á pall í gongugøtuni hetta kvøldið. Komandi tíðina verða enn fleiri føroysk nøvn avdúka.

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2016 er byrjað og atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo. Tórsfest er ókeypis fyri børn til og við 13 ár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo