40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú valskeiðið hjá hesi samgongu er við at vera hálvrunnið kunna vit staðfesta fylgjandi:

► Nýggj fiskivinnulóggáva er samtykt, sum gevur vinnuni tryggar karmar. Nýggja lóggávan hevur veruliga ført við sær bjartskygni í fiskivinnuni. Vit síggja longu nú, at vinnan setur seg føran fyri at gera nýggjar íløgur í skip og arbeiðspláss.

► Uppskot til nýggja skipan viðvíkjandi tilfeingisgjaldi verður samtykt í hesi tingsetu.

► Nýggjar skattareglur eru samtyktar, sum tryggja landskassanum part av tí vinningi, sum fæst burtur úr sølu av veiðu- og fiskirættindum.

► Nýskipan av øllum almannaøkinum er gjøgnumførd. Øll lóggávan er dagførd. Almannaøkið er er uppraðfest við munandi hægri játtanum. Almannaverkið hevur sett ferð á útbyggingar av stovnum at hýsa teimum veikastu í samfelagnum.

► Bústaðarpakki er samtyktur í hesi tingsetu. Bústaðir hevur fingið lániheimild uppá 450 mill. kr fyri at nøkta bústaðartørvin í breiðastu merking, bæði til tey veikastu og til vanligar leigubústaðir kring alt landið.

► Sjúkrahúsverkið er uppraðfest. Játtanin er økt við umleið 150 mill. kr. Sjúkrahúsini verða dagførd, so tey lúka øll nútíðarkrøv.

► Tillagingar á pensiónsøkinum eru samtyktar, so okkara fólkapensionistar fáa meira pening at liva fyri. Játtanin á hesum øki er økt við umleið 100 mill.

► Uppskot um nýggjar reglur á eftirlønarøkinum er samtykt, sum tryggjar, at okkara útisiglarar ikki skulu rinda dupult eftirlønargjøld v.m. 

► Lóggáva samtykt sum tryggjar lærlingum eyka skattafrádrátt uppá 50.000 kr.

► Játtanin til musikkskúlaskipanina er økt, soleiðis at hetta økið verður uppraðfest.

► Nýggj rættargangslóg samtykt, sum bøtur um rættartrygdina hjá teimum sum enda í okkara rættarskipan. Nýggj lóggáva um løgreglu v.m. samtykt sum betrar um rættartrygdina hjá borgarunum.

► Nýggj dátuverndarlóggáva samtykt, sum betrar um rættartrygdina innan skrásetingarøkið. Reglur samtyktar, sum tryggja føroyingum rætt til danskt cpr.nr, til tess at bøta um rættartrygdina m.a. hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar í viðgerð.

► Tunlar Norður um Fjall avgreiddir. Byggisáttmáli er undirskrivaður og arbeiðið er farið í gongd.

► Uppskot til verklagslóg um tunnil til Fámjins kemur í Løgtingið beint eftir Ólavsøku. Undangóðkenning av byggifyritøkum, sum kunnu standa fyri uppgávuni, er farin í gongd.

► Innkomuvegurin í Runavík avgreiddur av løgtinginum. Løgtingið hevur játtað pening til verkætlanina, sum kommunan stendur fyri.

► Innkomuvegurin til Tórshavn kemur í Løgtingið beint eftir Ólvasøku. Landsstýrismaðurin leggur í løtuni síðstu hond á eina avtalu við Tórshavnar kommunu um býtið av kostnaðinum av hesi verkætlan.

► Tað hevur eydnast samgonguni at finna breiðar semjur um tiltøk at fyribyrja fylgjurnar av korona farsóttini, og hjálparpakkar eru samtyktir, sum hava hjálpt munandi, serliga ferðavinnuna.

Enn eru sjálvsagt nógv mál eftir at loysa.

Samgongan arbeiðir í løtuni við eini langtíðarætlan viðvíkjandi okkara samferðslukervi, herundir við eini ætlan um at endurnýggja flotan hjá Strandfaraskipum Landsins. Í hesum liggur eisini ein langtíðarloysn viðvíkjandi ferjusambandinum millum Tórshavn og Nólsoy.

Eisini verður arbeitt við einum veðurlagspolitikki, og hvussu vit á mest skynsama hátt avmarka okkara útlát v.m.

Eftir Ólavsøku verður eisini nýggj lóggáva á náttúruverndarøkinum, nýggj lóggáva hvussu útlendingar kunnu ogna sær fastogn í Føroyum, lóggáva um barnaváttanir o.m.a løgd fyri Løgtingið.

Samgongan arbeiðir eisini við bøtandi tiltøkum til tess at styrkja um okkara fíggjarpolitikk, soleiðis at føroyska samfelagið altíð skal vera ført fyri at standa seg ímóti møguligum fíggjarligum bakkøstum.

Christian Andreasen,
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo