Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Antonio Conte, venjarin hjá Inter, hevur mælt sínum leikarum til at gera skjótt av, tá teir hava sex. 

Harumframt skulu teir vera tann, sum liggur, meðan ástarleikurin fer fram.

- Meðan kappingarárið er í gongd, má kynsligt samband ikki vara ov leingi. Vit mugu gera so lítið sum møguligt, so syrg fyri at vera tann liggjandi, sigur Conte sambært Daily Mail.

Ástøðið hjá Conte er, at um leikararnir ikki brúka ov nógva "òneyðuga" tíð undir dýnuni, ja, so eru teir betri førir fyri at avrika á vøllinum.

Inter er í løtuni eitt stig aftanfyri Juventus á 1. plássinum í Seriu A.

50-ára gamli Conte tók yvir sum venjari hjá Inter undan hesum kappingarárinum. Áðrenn hetta var hann venjari hjá Chelsea í tvey ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo