40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen eigur alt rós uppiborið at hann gerð vart við, at COVID–19 kanningarnar eisini eiga at fara fram í Eysturoynni, og heitti á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um at fáa sett upp eina interimisitiska kanningarstovu í Eysturoy til endamálið. Blekki var nóg illa torna tá vit fingu at vita, at kanningar fóru at verða gjørdar, og tað fegnast vit um!

Eg havi fingið tað fatan, at øll tey sum lata seg kannað á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahúsið fáa sínar COVID-19 kannaðar ókeypis, umframt at tey ferðandi til Føroyar inntil nú hava fingið COVID–19 kanning ókeypis.

Men ikki tey sum búgva í almennu gloymdu politisku oynni: EYSTUROYGGIN. Tey skulu potast av privatari fyritøku, og tað kostar pening úr egnum lumma. Sjálvt danska heilsuverkið letur ókeypis COVID –19 kanningar til sínar borgarar. (Denne regel gælder ikki for folk der bor på Østerø).

Hví landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki letur við seg koma, hóast áheitan, veit eg ikki. Áhugi hansara tykist bert at verða fyri fólki sum búgvi í nærumhvørvinum hjá teimum trimum sjúkrahúsinum, á kaj kantinum í Havn og á Flogvøllinum, sum hava fingið og fáa ókeypis kanningar.

Tað er eitt stórt framstig, at kanningarnar nú verða gjørdar í Eysturoynni, hetta hóast eysturoyingar SJÁLVIR skulu gjalda fyri COVID–19 kanningina. Vit eysturoyingar eru ikki sum hini, lata alt um okkum ganga, og galda við kassa 1. Fyrimunurin er sjálvandi at vit vónandi sleppa undan at standa í tíma longum bíðirøðum, og sleppa undan at koyra tveir tímar til kanningar støðini, og tað fegnast um um.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo