Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danska farsóttarnevndin mælir til, at í framtíðini verða tað tilmæli heldur enn reglur og krøv sum verða brúkt til tess at halda koronasmittuni niðri. Harvið fara danir at ganga somu leið sum føroyingar við tilmælum heldur enn krøvum.

- Tað merkir ikki, at tað er uttan týdning at gjørt verður eftir tilmælunum, tí avleiðingarnar av virusinum kunnu framvegis vera álvarslig fyri tann einstaka, verður sagt í frágreiðingini frá nevndini.

Danskir miðlar hava í dag skrivað, at øll tiltøk, sum vórðu sett í verk fyri at tálma smittuspjaðingini, verða tikin av 31. januar.

Millum tilmælini verður enn sum áður at fólk eiga at lata seg koppseta og vera heima og lata seg kanna, um tey blíva illa til passar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo