Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nú kann man endiliga aftur uppliva Dánjal á Neystabø við sínum orkestri av norðurlendskum klassatónleikarum í Føroyum. Hesin bólkur hevur seinnu árini leverað nakrar av bestu framførslunum á føroyskum palli, og mikudagin verður neyvan nakað undantak, tá Reinsaríið leggur pall til bólkin Dánjal.

Tá kanst tú uppliva hesar tónleikarar, sum teljast millum mest dugnaligu tónleikarar í norðurlondum, sveitta seg ígjøgnum tey kraftmiklu og melodisk rørandi løgini.

Dánjal hevur veruliga megnað at samla ein bólk, har mentanarligi ymiskleikin hjá limunum kemur til sín rætt, og eftir 7 árum á óteljandi pallum kring Europa, hevur bólkurin funnið sítt heilt egna serstaka ljóð.

Dánjal hevur eisini fingið nógvar tónleikatilnevningar, millum annað tvær ferðir fyri “Best Live Act” á Danish Music Award, eins og lagið Raindrops var tilnevnt sum ársins popplag á Faroese Music Awards fyrr í ár:

Við íblástri frá Tom Waits til The Beatles, pop/rokki frá 70‘unum, heimstónleiki og fólkatónleiki er ljóðið mest av øllum norðurlendskt og egið. Bólkurin fer á pall mikudagin 28 oktober klokkan 21.00 á Reinsarínum í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo