Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Okkara Land: Nú eru nøkur ár síðan, at limirnir í bólkinum Danny & The Veetos framførdu síni løg saman, sum fólk elska at syngja við til.

Okkara Land, sum er tann nýggi ”syng-við” festivalurin, sum fyri fyrstu ferð fer av bakkastokki 1. juni á tí stóra parkeringsplássinum uttanfyri Skúlaheimið á Marknagili í Tórshavn, boðað frá, at Danny & The Veetos gera comback á pallinum.

Danny & The Veetos hava hittað við løgum sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Stúr Ei meir” og fleiri øðrum. Teir hava framført á nógvum tónleikatiltøkum gjøgnum árini, har teir altíð hava megnað at fáa fjøldina at svinga og syngja við.

Nú hava føroyingar so aftur møguleika at uppliva Danny & The Veetos 1. juni á Okkara Land festivalin í Tórshavn, saman við nógvum øðrum nøvnum, so sum Týr, Tinganest, Exit Light, Herborg, Hitmen, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Anfinn Nielsen úr Anfinn og co., Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Sway, Bjarka Hansen, Dánjal Gomez, Kára Fossdalsá o.s.fr.

Meira sæst við at lesa á www.okkaraland.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo