40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Seinastu tíðina hevur verið rættiligt rok um Joy Mogensen, danska mentamálaráðharran, tí hon ikki hevur hildið tað vera hóskandi at raðfesta mentanarøkið, nú staturin leggur eina rúgvu av pengum til síðis fyri at bjarga vinnulívinum, meðan Covid-19 herjar.

 

Atfinningarnar hava verið, at ein mentamálaráðharri eigur altíð at raðfesta sítt egna ábyrgdarøki, og at tað er margháttligt, at hon ikki somikið sum sær virði í tí mentanarframleiðsluni, sum allur heimurin livir av í løtuni – allar útvarps- og sjónvarpssendingarnar, bøkurnar og filmarnir, sum fólk brúka, meðan tey sita heima.

 

Donsku andstøðuflokkarnir hava tískil – púra óvanliga – ynskt hana frá sum samráðingarleiðara um mentan. Tað hevur fingið hana at hálsa um, og nú er líkt til, at pengar eru á veg til mentanarlívið – eisini til Føroyar.

 

Joy Mogensen ringdi til Sjúrð Skaale herfyri og segði, at hon vildi stuðla mentan í breiðastu merking, ikki bara í Danmark, men í øllum ríkinum. Tí bað hon um uppskot um, hvat tað kundi verið.

 

Sjúrður gav henni nógv hugskot, og greiddi m.a. frá, at meðan næststørsti býur Føroya hevur fingið eina standmynd, ið á listarligan hátt ímyndar búskaparliga grundarlagið undir býnum, so hevur høvuðsstaðurin einki slíkt býarmerki, sum kann sameina fólkið.

 

Hann segði, at ein stórur café latte-koppur, á líknandi hátt sum húkurin ger í Klaksvík, kundi skapt virðing fyri teimum, sum halda hjólunum í gongd og skapa tann vøkstur, ið samfelagið livir av. Teimum, sum í ódn og logn fara heimanífrá, bróta seg fram til skrivstovurnar, tendra telduskíggjarnar, greina ymisk fløkt viðurskifti, sum onnur ikki skilja, geva ráð, skriva upprit, fundast og sum heild syrgja fyri, at øll onnur hava nakað at liva av.

 

Hesi menniskju, hvørs einasta troyst eftir long tørn á kontórunum, er ein vitjan á býarinnar kafé'um, har møðin kann rindast við einum koppi av café-latte, espresso ella cappuchino.

 

Av øllum uppskotunum var tað hetta, ið danska mentamálaráðharranum dámdi best, og í morgun fekk fólkatingsmaðurin ein formligan teldupost, har boðað verður frá, ein millión er sett av til endamálið.

 

Tað, sum nú vantar, er í samráð við føroyskar myndugleikar at finna fram til, hvar koppastandmyndin skal standa, og hvør listarmaður skal hava uppgávuna.

 

Uppskot um tað eru vælkomin og kunnu sendast: trýst her

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo