«Blackstar» hjá Bowie kann geva rocklegenduni nakað sum hann ongantíð upplivdi, meðan hann var á lívi: Eitt nummar 1 album á heimsins størsta marknaði - tí amerikanska.
Billboard boðar nú frá at «Blackstar» hevur beina kós móti fyrstaplássinum á almenna sølulistanum í USA. Twitterkontoin Chart News uppgevur hesi sølutølini, sum standa niðanfyri.
US chart preview (w/ TEA & SEA): @DavidBowieReal [Blackstar] 160-175k | @Adele 140-150k | @justinbieber 100-110k.
— Chart News (@chartnews) 12. januar 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo