Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mikudagin í ovurmorgin roynir Filmsfelagið at fara undir regluligar filmsýningar aftur, nú filmsleigumarknaðurin tykist hava fótað sær.

De Gaulle er nógv umrøddi franski filmurin um Charles de Gaulle, víðagitna forsetan í Fraklandi árini 1959-1969. Filmurin fer fram á sumri í 1940, tá de Gaulle er ovasti í franska herinum, og Frakland kollapsar politiskt og hernaðarliga undir nazistiska trýstinum.

Filmurin lýsir tær hendingar, sum myndaði de Gaulle og gjørdu hann til franska tjóðskaparhetju.

Lambert Wilson, sum seks ferðirnar hevur verið í uppskoti at fáa César-virðislønina, m.a. sum Jacques Cousteau, Moliére og Merovingian í The Matrix, er franski forsetin í nýggja filminum De Gaulle.

Samstundis er Filmsfelagið farið undir eitt átak saman við Havnar Bio, har 10 krónur av hvørjum seldum atgongumerki til filmar hjá Filmsfelagnum fara í ein grunn, sum verður róptur "Ársins andøvsfiskur".

Einaferð um árið fer Filmsfelagið at heiðra ein føroyskan filmsarbeiðara og ella eitt filmslið fyri innkomna peningin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo