Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Miðlarnir skriva um harðar samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk í Minsk eftir boðini um at forsetin Aleksandr Lukasjenko vann valið fyri sættu ferð.

Maðurin sum verður kallaður «seinasti einaræðisharrin í Europa», hevur stýrt landinum síðani 1994.

Tíðindastovan AP skrivar um harðar samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk í Minsk og fleiri øðrum býum. Fleiri eru bukað av løgregluni og sagt verður eisini at løgreglan brúkar táragass móti mótmælisfólkunum, skrivar Radio Free Europe.

Sambært RIA Novosti verða eisini vatnkanónir brúktar, skrivar VG.

– Fólk trúgva ikki valúrslitinum. Tey trúgva ikki at Lukasjenko fekk 80 prosent av atkvøðunum. Á fleiri støðum her í Minsk fekk Tikhanovskaja nógv fleiri atkvøður enn Lukasjenko, sigur hvítarussiski journalisturin Sergej Sjurko við VG í nátt.

– Mótmælini eru ikki bara her í Minsk, men í fleiri býum. Tað vóru nógv fólk á veljarafundunum hjá Tikhanovskaja, og fólk trúgva ikki at valúrslitið er satt. Talan er um fólk í øllum aldri sum fara út á gøturnar, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo