Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Det Ferösche Compagnie: Í annaðkvøld verður føroysk leiklistasøga skrivað, tá føroyskur leikbólkur fer á pall í einum av størstu mentanarmiðdeplunum í heiminum.

Klokkan 19.45 fer Det Ferösche Compagnie á pall við leikinum Lykkenborg, sum uttanlands ber enska heitið Castle of Joy. Tað verður fyri fullum sali.

Viðurkend leiklistafólk vera millum áskoðarnar og fleiri av stóru ensku miðlunum fara at umrøða leikin.

Bridget Escolme, professor of Theatre and Performance frá Queen Mary University, London, fer at gera samrøðu við limirnar í Det Ferösche Compagnie eftir leikin.Eftir frumsýningina skipar føroyska sendistovan í London fyri einari receptión á The Barbican. 

Í samband við sýningina hava bretsku miðlarnir gjørt samrøðu vid Búa Dam, leikstjóra, og Sámal Blak, pall- og búnasniðgeva.

Sí leinkjur:

https://natashatripney.substack.com/p/small-islands-det-ferosche-compagnies

https://everything-theatre.co.uk/2024/02/interview-bringing-joy-all-the-way-from-the-faroe-islands/

https://theatreweekly.com/interview-stage-designer-samal-blak/

Sýningarnar verða 28. feb-2. mars.

Leinkja til The Barbican: https://www.barbican.org.uk/search?search=Castle+of+Joy

Heimasíðan hjá Det Ferösche Compagnie: www.dfc.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo