Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Løgtingið er farið í summarfrí, og skal farast eftir lukkuynskjum um væl hepnað avreksverk tjóðini at frama, so man hetta avrikið liggja eina fremst, at tingfólk nú sleppa at siga frú forkvinna við tann, sum situr í landsins bæriligasta sessi.

Annars klandrast fólk, sum tey plaga, um hol og linjuføringar. Tey klandrast um sjúkrahús-verkið, har ivaleyst er av klandri frammanundan. Tey klandrast um gongd í haga, um eldrarøkt og brennistøðir.

Annars hendir ikki tað stóra.

Uttan tað at ein atomrikin kavbátur fullur av spreingiløðingum (sambært KVF) liggur á Kollafirði, har ið politiska elitan og fjølmiðlar sleppa umborð at skoða hetta krígsfarið.

Tá ið eg fór at vita til mín politiskt – um 1960 -  samtykti einmælt løgting, at Føroyar skuldu vera kjarnorkuvápnafrítt øki. Fyri eina ferð skyld vóru øll løgtingsfólk samd: Sambandsfólk og sjálvstýrisfólk, fólk á høgra veingi og vinstra veingi – og tey á miðjuni.

Og sama samtykt varð áhaldandi staðfest ár um ár.

Nú er hon í verki strikað.

Kalda kríggið var av um 1990. Nú var slottið vunnið. Kommunisman var bast.

Men kapitalisman fær ikki ikki livað uttan eina fíggindamynd. Tí fór NATO-felagsskapurin, sum skipaður var sum bolverk móti kommunismuni, at dubba seg móti hugsaðum fíggindum.

Ein ringur av hernaðarstøðum varð lagdur um Russland. Lív mátti haldast í krígsídnaðinum, bumbur og kúlur máttu brúkast, flogførini endurnýggjast og nýggj vápnasløg framleiðast. Hetta fingu Afghanistan, Irak og Libya at kenna – men tað løgdu vit frelstu ikki so nógv í. Í hesum londum hava tey aðra trúgv enn vit – og eisini annan húðarlit. So hví ikki brúka avlopsvápnini her, nú krígsídnaðurin skuldi lívgast.

Tað er ein ósvitalig sannroynd, at blóðugastu hendur í okkara øld eiga NATO-aðalskrivararnir Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi danskur forsætisráðharri, og Jens Stoltenberg, fyrrverandi norskur forsætisráðharri.

Í veruleikanum stýra fámannaharkalið av ríkiskroppum í flestu londum. Í Russlandi og Ukraina, í India, Kina og Japan, í fleiri londum í Afrika og Evropa, í Avstralia, Suðuramerika og Norðuramerika.

Og hvussu er hjá okkum? Munnu ikki vinnulívsmenn í ríkiligan mun hava stóra ávirkan á okkara landspolitikk so ella so?

Málið viðvíkjandi hesum deyðans fari á Kollafirði er fullgott prógv um, at okkara løgting, tá ið til skal takast, hevur als einki vald.

Løgtings- og landsstýrisfólk kunnu práta, møsna, høsnast – ja, sleppa at siga “frú forkvinna” viðhvørt – men vald hava tey einki, ikki minsta vetið. Tey jarma sum seyður í rætt.

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo