Á flestu apotekunum í Danmark ber ikki til at keypa vælumtókta diabetes-heiluvágin frá Novo Nordisk, Ozempic, men enn er bara 1 mg útselt á Tjaldurs Apoteki.
0,5 mg og 0,25 mg fæst enn á apotekinum í Føroyum, verður sagt tá ið VP spyr.
Í einum skrivligum svari til DR harmast Novo Nordisk støðuna, sum er íkomin.
- Sjálvt um vit levera meira heiluvág nú enn nakrantíð, so hevur eftirspurningurin verið nógv størri enn vit roknaðu við, sigur Novo Norisk í svarinum.
Les meira um støðuna í Danmark - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo