40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Okkara størsti trupulleiki er, at vit ikki eru klár til at røkja Bussleiðina, bara við elbussum. Enn. Ætlaða loysnin er tí tíðarrøtt og besta lopfjølin til eina grøna loysn, tá vit eru klár.

Vit mugu eisini minnast til, at pengar bara kunnu brúkast eina ferð, og brúka vit tíggjutals miljónir eyka til Bussleiðina, so manglar onkra aðrastaðni.

Vit skulu minnast til, at tað er ein undangóðkendur veitari, sum skal gera størstu íløgurnar, ikki kommunan. Kommunan keypir ongan buss.

Krevja vit nú, at vit bara skulu hava elbussar frá 1. januar 2023, so verður ongin Bussleið við undangóðkenda veitaranum, tí ein veitari kann illa kenna seg tryggan við at umleggja til el enn.

Brúka vit bara elbussar við øðrum veitara, so verður tað minst 20 miljónir dýrari hvørt ár.

Skundløðistøðirnar verða heldur ikki klárar til 1. januar, vit koma helst at bíða væl longri og vit tosa helst um eina 10-míljóna íløgu. Við ætlaðu loysnini kunnu vit hinvegin leggja um til elbussar, sohvørt vit eru klár, júst tí at dieselbussarnir eru mest umsetiligir. Tað er ongin trupulleiki at sleppa av við teir.

Tøknin til vetnisbussar verður heldur ikki klár í 2023. Vetnisbussarnir kosta um 4 miljónir hvør, so talan er um ein munandi hægri kostnaða. Ivasamt verður tí um vit fáa ráð at halda eitt rímiligt tænastustøði.

Men hetta kann skjótt broytast. Fleiri vetnisframleiðarar eru ávegis – eisini í Føroyum, so um nøkur fá ár er kostnaðarstøðið møguliga heilt øðrvísi.

Tøknin til biogassbussar verður heldur ikki klár til 2023. Førka arbeiðir við málinum, men tað er klárt, at her má kommunan vera við til at gera nakrar íløgur, um vit skulu fara hendavegin.

Hví so velja dieselbussar og í fyrstu atløgu royna tveir elbussar? Fyrst og fremst tí Bussleiðin verður løgd í eitt trygt støði, har vit veita brúkaranum fulla tænastu. Hartil er veitarin tryggur við loysnina og loysnin kann setast í verk 1. januar 2023.

Hartil kunnu vit so royna elbussarnar undir røttum umstøðum og skipanin kann víðkast og útbyggjast undir skipaðum viðurskiftum, sum ikki seta raksturin av Bussleiðini í vanda.

Hartil eru dieselbussarnir lættast umsetiligir, sohvørt samráðingar við veitaran føra til, at hesir verða býttir um við grønari bussar.

Vit arbeiða við at leggja um til grønt, sohvørt og so skjótt tað er klárt og møguligt. Fyri umhvørvið verður hetta sum frálíður tí eisini ein góð og trygg loysn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo