Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað undrar blaðstjóran á Dimmalætting, at so fá skjøl eru í málinum um lógaruppskotið til miðlastuðul.

Eftir øllum at døma hevur als onki samskifti verið ímillum Sosialin, sum í áravís hevur tosað um ringu støðuna hjá prentaða miðlinum, og nú stendur til at fáa mest burturúr, og Mentamálaráðið.

- Vit hava søkt um innlit í øll skjøl sum viðvíkja málinum, men eg eri á ongan hátt sannførdur um, at vit hava fingið innlit í alt. Ella eisini er alt ikki skjalfest, og okkurt slag av óformellum samskifti hevur verið, sigur Georg L. Petersen við VP.

Blaðstjórin á Dimmalætting sipar til at uppskotið, sum landsstýriskvinnan Rigmor Dam hevur orðað, er soleiðis snikkað til, at hin landsdekkandi avísin í Føroyum, Sosialurin, sum eisini er fyrrverandi arbeiðspláss hjá landsstýriskvinnuni, stendur at fáa nógv mest burturúr stuðlinum.

- Tað undrar okkum ikki sørt, at Sosialurin als ongar viðmerkingar hevur gjørt í tilgongdini. Heldur ikki er nakað hoyringsskriv at finna frá leiðsluni í Miðlahúsinum og tað er tankavekjandi, tá tað er Sosialurin sum stendur til at fáa nógv størsta partin av stuðlinum.

Blaðstjórin á Dimmalætting vísir á søguna, sum vit her á VP bóru mikudagin, og sum avdúkaði at ávíst samskifti var ímillum landsstýriskvinnuna Rigmor Dam og blaðstjóran á Sosialinum, Eirik Lindenskov, tá lógaruppskotið varð gjørt.

Samskifti, sum má sigast at vera av meira óformellum slagi.

VP søkti, eins og Dimmalætting, um innlit, men fekk í fyrstu syftu onki. Ikki fyrr enn vit vístu á, at Rigmor Dam sjálv av tingsins røðarapalli hevði refererað til samskiftið við Miðlahúsið, kom innlit í eini  sms-boð, sum vóru "skrásett í málinum eftirfylgjandi", sum Mentamálaráðið málbar seg.

- Hvussu ber tað til, at hetta samskiftið, sum VP fekk innlit í í desember í fjør, framvegis ikki er skrásett í málinum tá Dimmalætting biðjur um innlit í mars í ár, spyr Georg L. Petersen.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo