Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Mangan lá tað á ljóði, og orðini bóru ivasaman førning fram á leið. Afturlítandi er eitthvørt at siga, ið valla er betri enn næstbest. Svá er hjá teimum flestu, og fáur megnar at ganga strekkið uttan at snáva á vegnum.

 

Mistøk og afturstig siga sína søgu. Eingin orsøk er at avnokta føllini. Ei heldur er nøkur orsøk til í frásøgn at endurtaka tey ótálmað.

 

Tað er eitt mistak at stíga skeiv spor á leiðini. Í frásøgn at endurtaka gjørd mistøk hjá øðrum kann vera tekin um, at vit eru steðgað upp. At hyggja inn í seg sjálvan og bera yvir við medmenniskjum okkara er eitt gott boð uppá eitt innihaldsríkt lív.

 

Um vit verða hangandi í tí neiliga hjá øðrum, avmarka vit okkara egnu møguleikar til eitt innihaldsríkt lív. Skapa nakað sjálvur, heldur enn at fýlast á onnur!

 

Hvat tað var og ikki, er okkum ókent. Vit kenna einans niðurstøðuna, og hon sigur frá eini vónleysari støðu. Syndarlig er lagnan at verða krossfestur og líða ein sváran og niðrandi deyða. At verða krossfestur er dómurin fyri álvarslig brotsverk og skemdargerð.

 

Saman við Jesusi vórðu tveir illgerðarmenn dømdir til deyða á krossi. Tríggir mans avrættaðir sama dag. Hvørja ferð, vit fella dómin, er tað møguligt, at vit einans hava partvíst innlit ella mistaka okkum. Tað er ein svár støða, at verða dømdur órættvíst. Sera óheppið er tað at fella dóm yvir ósekan.

 

Lesa vit frásagnirnar um deyðadóm Jesu, verður tað staðfest, at vikið varð frá rættartrygd og rættleika. Ósekur verður hann dømdur av einum verðsligum myndugleika í einum andaligum máli, tí hann nevndi Guð faðir sín. Jesus helt fast við sítt kall, at hann sum Guðs sonur var sendur heiminum til frelsu.

 

Ávegis til deyðan verður Jesus húðflongdur og tornakrýndur. Hann varð háðaður og vanvirdur, meðan Rættarsakin gekk. Loksins tók Pilatus saman um og segði við høvuðsprestar jødanna: “Takið tit hann og krossfestið hann, tí eg finni onga søk hjá honum.”

 

Soleiðis hendi tað, at ein andaligur myndugleiki – høvuðsprestarnir – dømdi Jesus til verðsliga deyðarevsing. Jødarnir svaraðu Pilatusi: “Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja, tí hann hevur gjørt seg sjálvan til Guðs son.”

 

Áhugavert er at síggja, at saman við Jesusi verða tveir illgerðarmenn krossfestir. Í miðjuni hongur Jesus. Hinir báðir dømdu hingu við Jesu høgru og vinstru lið. Teirra lívssøgu kenna vit ikki eins væl og Jesu søgu.

 

Annar illgerðarmaðurin bað spottandi Jesus bjarga sær sjálvum og teimum báðum, ið hingu við síðuna av honum. “Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum.”

 

Hin illgerðarmaðurin staðfesti, at dómurin, ið hann sjálvur hevði fingið, var rættur. Samstundis vitnaði hann, at Jesus hevði einki ósámiligt gjørt.

 

Áhugaverd sannkenning á deyðastrá. Skilagott at hava eina fatan av sær sjálvum og vera trúgvur móti sannleikanum. Tað er altíð ein vón og ein rípa av ljósi, har sannleikin fær innivist og myndar løtuna. Einki við at fyrigykla sær eitthvørt og skáka av. Á krossinum varð kropið til sannleikan. Og sannleikin setir í frælsi.

 

At fáa ljós yvir lívið føðir møguleikan. Bønin er altíð ein gongdur vegur, eisini har allar hurðar eru stongdar. “Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt.

 

Á krossinum í lívsins evstu løtu, fekk illgerðarmaðurin lyfti um ferðalag og innivist í Guðs ríki. Tað er ein stórsligin endi á einum møguliga syndarligum lívi.

 

Eyðvitað telur gongdin ávegis fram ímóti málinum. Tað at náa málið er eitt týðandi úrslit og alt avgerandi, hóast einki er líkamikið. Tó, frameftir og í ævinleikans ljósi telur niðurstøðan og sannkenning hins einstaka.

 

Tað ræður um at boða boðskapin um Jesu fullkomileika og hansara treytaleysu frelsu sum ein møguleika til fólkið og samtíðina. Ikki ov nógvar persónligar metingar um gongdina fram ímóti evstu løtu. Ikki ov nógvar metingar um ta evstu løtuna og ævinleikan hjá øðrum menniskjum.

 

Vandin er eyðsýndur. Vit kunnu meta so ómetaliga skeivt. Ja, vit kunnu í dóminum yvir onnur menniskju sjálv fara skeiv av málinum.

 

Tað má ikki henda eftir eina drúgva tíð sum prædikumaður at hava dømt fólk uttanfyri Guðs ríki. Mín dómur er rættiliga ivasamur og telur als ikki evsta dag. Um vit skulu náa málið, mega vit verða dømd av náði Guðs, dømd rættvís.

 

Jødarnir dømdu Jesus, og teir mistóku seg álvarsliga. Jødarnir dømdu teir báðar menninar, ið vóru krossfestir saman við Jesusi. Eisini í hesum dóminum er niðurstøða teirra ivasom, tá talan er um ævinleikan og Guðs ríki.

 

Vóni, at teir køldu dómarnir, ið vit fella hvør yvir annan, doyggja við Jesusi langafríggjadag. So kemur uppreisnin páskadag við lívi og gleði. Amen.  

 

Orðið: “Og hann (Jesus) segði við hann: “Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!”” (Lukas 23,43).

 

Jógvan Fríðriksson,

biskupur

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo