ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Dýrabiðidag verður staðfest, at tær staðbundnu kirkjurnar eru ein partur av samfelag teirra heilagu, Jesu Kristi kirkju. Bønin í Jesu navni er tað andaliga bindiliðið millum brøður og systrar í Harranum.

Tvær hugmyndir komu mær til hugs eina stilla bønaløtu Dýrabiðidag. Tvær einfaldar barnsligar myndir, ið lýsa ta kristnu trúnna.

Hin fyrra myndin er frásøgn Jesu um hin burturfarna sonin. Tveir ólíkir brøður búðu og arbeiddu á faðirs garði. Hin eldri bróðurin var heima og gjørdi av plikt tað, ið gerast skuldi. Hann var í ringum skørum. Lívið var ikki áhugavert, sjálvt um karmarnir vóru kendir og tryggir.

Hin yngri bróðurin bað um arvin frá faðir sínum og fór heimanífrá. Hann valdi at liva og njóta lívið. Áðrenn hann visti av, var tíðin runnin, og arvurin brúktur. Hann gjørdist fátækur, misti seg burtur og gjørdist friðleysur á fremmandari jørð.

Loksins gekk hann í seg sjálvan og grundaði yvir sítt val og sína støðu. Hann tók avgerðina og fór heimaftur at biðja faðir sín um fyrigeving. Hin burturfarni var við heimkomuna væl móttikin og fagnaður av faðirinum.

Tann fyrra myndin er ein opin føvningur. Hetta er mín trúgv. Henda boðskapin beri eg fegin. Guðs føvningur er opin. Vit kunnu altíð koma til Guð í tí støðu, vit eru í. Guðs føvningur er ein útrætt hond, sjálvt um vit hava latið mangar dyr aftur og brent brýr av. Ein opin føvningur gevur ein nýggjan møguleika.

Hesa somu kensluna hevði hin kendi russiski rithøvundurin Fjodor Dostojevski (1821-1881). Hann var sendur til Sibiriu sum fangi vegna sína politisku og átrúnaðarligu sannføring. Hann sat í einum myrkum og vátum rúmi, svangur og kaldur.

Dostojevski skrivar til bróður sín í einum brævi tann 27. august 1849. “Tú vilt senda mær nakrar søguligar bøkur. Frálíkt. Men best av øllum er, um tú sendir mær Bíbliuna. Mær tørvar hana.”

Okkum tørvar orðið um Guðs náði og kærleika. Í huganum síggja vit pápan í frásøgn Jesu. Hann reisist og breiddi armar sínar út til tess at fevna sonin, ið kom heimaftur.

Skrivað stendur um pápan: “Men meðan hann (sonurin) enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann.” (Lukas 15,20).

Tann 22. desember í 1849 skrivar Dostojevski til bróðurin: “Eg hyggi aftur í tíðina og hugsi um alla ta tíð, eg havi nýtt í villini oyðimørk og misgerð, í fávitsku, í treiskni og blindni, tá ið talan er um lívið. Hví havi eg ikki í størri mun fatað lívsins virði. Hvussu ofta havi eg ikki syndað móti tí besta í míni sál.

Hjarta mítt bløðir.

Lívið er ein gáva frá Guði, lívið er ein sæla. Hvør minuttur kann, tá ið hann verður fyltur við sælu, blíva ævinleikin fyri okkum. Nú lagar lív mítt seg øðrvísi, tað verður føtt av nýggjum, í einum nýggjum skapi... Eg vil halda andan reinan og hjartað opið.”

Dostojevski sá, at Jesus Kristus var svarið. Hann valdi at hyggja frameftir, valdi at halda andan reinan og hjartað opið. Tríggjar mánaðir seinri orðar hann eina ta vakrastu trúarjáttan, ið heimsbókmentirnar fevna. Hugtikin og gripin av Kristi.

Ein opin føvningur ber í sær endurføðing og møguleikar. Vit kunnu velja at læsa okkum inni, læsa av og vísa burtur frá okkum. Guðs føvningur er opin fyri tær og mær, – tað er tann fyrra myndin.

Tann seinna myndin eru Guðs vælsignandi hendur. Tað er gott at verða væl fagnaður við heimkomu. Tað er eins gott, at vit á gáttini ella á trappusteininum verða vælsignað við fráferð.

At fara avstað við Guðs signing gyllir vegin og dagin. At fara avstað og kenna, at vit verða fylgd av einglum Guðs, at tey góðu ynskini hanga í luftini sum bøn og forbøn. At heit hjørtu útinna miskunnarverk vára vegna og vegna onnur.

Nú er vár og tað gongur móti sumri. Vit avgera partvíst, hvat vit velja at síggja. Møguliga síggja vit, at hvørt menniskja er skapað í Guðs mynd og hevur tess vegna óendaligt virði.

Í eini síðugøtu í einum stórbýi spældi ein hópur av børnum. Ímillum teirra gekk ein eldri kona. Hon steðgaði á og boygdi seg niður. Hon tók nakað upp av gøtuni, og rullaði tað inn í fyriklæðið.

Ein løgreglumaður sá henda tilburðin og hugsaði, at hetta var løgið. Hann fór yvir til ta gomlu konuna og spurdi, hvat hon fann og nú goymdi í fyriklæðnum.

Ógvuliga undrandi gjørdist løgreglumaðurin, tá ið hann sá, at luturin var eitt glasbrot. Tá hann síðani spurdi, hví hon goymdi slíkar virðisleysar lutir, svaraði konan: “Til tess at tey smáu skóleysu børnini ikki skulu skera seg.” Amen.

Orðið: “Tí at Guðs ríki er ikki í orðum, men í kraft.” (Fyrra Korintbrævið 4,20).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo