Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Teir mála alt so svart um tey gomlu, og finna bara loysnir har garðurin er lægstur.

Nú sita teir og fóðra eitt telduspæl; um vit broyta hettar, ja so spýtir út telduspælið hattar úrslitið fyri landsbúskapin í Føroyum, og um vit broyta hattar ja so sigur telduspælið hettar. o.s.f.

Eitt sum teir sjabbað mest um, er at tað eru ov fá ung at forsyrgja teim eldru.

Ikki eitt orð um hví so er. Teir siga bara, tað blíva ov nógv gomul í mun til tey sum forvinna. Tað er jú tað nemmasta svarið og gevur teim sum skulu eitast at vera búskaparáðgevar minst stríð fyri at finna eina haldbæra loysn.

Hvat við at hyggja eftir teim yngru ættarliðunum, nær byrja tey at blíva berarar av samfelagnum? Er trupulleikin ikki tann at tey ungu byrja alt ov seint at vera berarar av samfelagnum.

Minnist tá eg var ungur í mínari heimbygd tá bleiv ein konfirmatión útsett tí tveir av komandi konfirmantunum vóru í Grønlandi á saltfisk. Túrurin vardi fimm mánaðir og ikki tríggjar sum væntað.  Ikki tí, hattar var sjálvandi ikki umboðandi allar føroyingar, men sjálvur havi eg veri aktivur berari av samfelagnum í 49 ár og havi tríggjar útbúgvingar. Og skuldi eg umroknað mínar arbeiðstímar til ársverk, ja, so nærkaðist eg kanska tey 100 árini. Tað skuldi til fyri at klára hvørjum sítt. Trúgvi at rættuliga nógv av mínum aldursbólki hava slíka lívssøgu. Meðan tey nú, rópa upp um at 40 tíma vika er alt ov nógv.

Áheitan á Búskaparráðið:

Áðrenn tit framhaldandi sjabba og meyla um eldrabyruna so fái tykkum hagtøl; Hagtøl yvir hvat aldur hava føroyingar, í miðal, tá teir blíva berarar í Føroyska samfelagnum, í dag í mun til fyrr.. Hvat sigur søgan tey síðstu 50 árini. Og hvussu er støðan á hasum økinum í Føroyum í mun til grannalondini?

Eg eri bangin fyri at ein stórur partur av svarinum uppá “eldrabyruna” liggur í at yngra ættarliðið kemur ov seint í gongd. Havi eina føling av at tey síðstu 5 til 10 árini er tað broytt munandi.

Er tað rættvíst at vit sum nú blíva pensjónistar og hava veri berarar av samfelagnum í eini 40 til 50 ár skulu vera áløgd at arbeiða eitt til seks ár eyka tí tey ungu skulu hava pláss til “sabbatsár”, filmskúla, listaskúla, musikkskúla. v.m. áðrenn tey blíva berarar av samfelagnum, ja summi, kanska fleiri, blíva ongantíð berarar av samfelagnum, tvørturímóti so hótta tey við at slíta nossini undan mentalaráharranum um tey ikki fáa meir studning til at liva av sínari list.

Kanska er hettar ov nógv at biðja búskaparfrøðingar um, tað er stuttligari og nemmari at fóðra eitt telduspæl fyri at vita hvønn veg Føroyar skulu fara.

Hettar skriv er ikki eitt persónligt álop á persónar í Búskaparráðnum men ein sarkastisk niðurstøða.

Ansgar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo