Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Flogbóltsfelagið Dráttur: Flogbóltsfelagið Dráttur hevur gjørt avtalu við Ragnar í Haraldstovu og Anniku á Stongum um at venja Meistaradeildina hjá Drátti komandi kappingarár. Ragnar verður høvuðsvenjari og Annika hjálparvenjari. Bæði hava drúgvar royndir í føroyskum flogbólti, bæði sum leikarar og venjarar.

Vit eru sera glað fyri nýggja venjaratoymið, ið saman við barna- og ungdómsvenjarum í felagnum, fara at skapa betri møguleikar fyri at menna leikarar í øllum aldri.

Vit ynskja Ragnar og Anniku hjartaliga tillukku og vælkomin og gleða okkum til gott og gevandi samstarv í nýggja kappingarárinum.

Í Drátti leggja vit stóran dent á góðan felagsskap, leikaramenning og trivnað.

Vit takka okkara flogbóltspælarum, venjarum, hjálparfólki, viðhaldsfólki, útisetum, sponsorum og Vága kommunu fyri dyggan stuðul og gleða okkum til kappingarárið 2021/22. 

Eisini takka vit flogbóltssambandinum, hinum flogbóltsfeløgunum í landinum og dómarum fyri gevandi og mennandi kappingar og gott samstarv.

Somuleiðis takka vit fyri alla hjálp og luttøku á Gallaveitsluni, sum Dráttur saman við FBF skipaði fyri í apríl.

Góða Ólavsøku øll somul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo