40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í samband við at Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin 19. desember 2020, bjóðar Nes kommunu øllum til eitt Drive In tunnilstiltak á havnarlagnum á Toftum.

Øll, bygdafólk og avbygdafólk, fáa ókeypis pannukøku og tónleikaupplivingar.

Leygardagin fara væntandi nógv fólk at koyra ein biltúr gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin. Øll eru vælkomin út á Toftir, har Nes kommuna bjóðar Drive In pannukøku og kaffi. Nú tað er sera týdningarmikið at vit ansa væl eftir hvørjum øðrum og at koronatilmælir verða hildin, verður eitt Drive In øki skipað omanfyri egningarskúrarnar á Toftum, har pannikøkur og kaffi verður bjóðað út í bilarnar.

Eisini verður møguleiki at hoyra góðan tónleik á einum útipalli, sum verður settur upp á havnarlagnum millum Landingarmiðstøðina og Snoddbygningin.

Har er gott pláss og møguleiki verður at sita í bilinum og lurta ella at standa úti í góðari fjarðstøðu.

Skráin fyri Drive In tiltakið:
Kl. 14.00 Pannukøkuhúsið opnar

Tónleikaframførslur:
Kl. 15.00 Midnáttarsangbólkurin
Kl. 16.00 Hallur Joensen
Kl. 17.00 Gadders
Kl. 18.00 Dania Tausen
Kl. 19.00 Magni Christinasen
KL 20.00 Pannukøkukúsið letur aftur.

Eysturoyartunnilin, sum nógv hava bíðað leingi eftir, er ein av stórstu verkætlanum í Føroya søgu og kemur at hava stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið, ikki minst fyri Nes kommunu. Nes kommuna ynskir á henda hátt at hátíðarhalda stóra dagin, samstundis sum hædd verður tikin fyri koronatilmælunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo