Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sum ein lið í arbeiðinum við Barnasangbók Føroya hevur Mentamálaráðið skrivað til barnagarðar og vøggustovur kring landið og biðið tey skotið góðar og vælumtóktar barnasangir upp.

- Tá vit nú skulu gera eina almenna barnasangbók, er skilagott at biðja børnini um ráð, tí eingin veit betur enn tey, hvørjar sangir teimum dámar best at syngja, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sum varðar av Barnasangbók Føroya.

Og svarið frá børnunum kring landið er púra greitt. Klárt á odda er »Dukka mín er blá«, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt.

Hóast sangurin eftirhondini er vorðin gamal, fekk hann næstan tvífalt so nógvar atkvøður, sum næstvaldi sangurin.

Í síni áheitan bað Mentamálaráðið stovnar kring landið senda inn uppskot við fimm teimum best umtóktu sangunum. Stovnarnir gjørdu sjálvir av, hvørt øll børnini í felag sendu eitt samlað uppskot inn – ella um børnini á hvørji stovu sær sendu inn.

- Freistin var stutt, men kortini komu nógv uppskot inn úr øllum landinum, og vit hava fingið eitt áhugavert innlit. Tað vísir seg, at nógvir av teimum góðu, gomlu sangunum ganga aftur. Til dømis eru fleiri hjá Hans Andriasi á topp 5 listanum. Samstundis eru eisini uppskot um nýggjari sangir – til dømis hjá Kulumrótum, Bubu og Jensinu. Vit síggja eisini, at fleiri stovnar eru óførir at yrkja sjálvir og at taka útlendskar sangir inn eisini, sigur landsstýriskvinnan og takkar hjartaliga øllum børnum, sum hava hjálpt til við at velja sangir út.

Uppskotini frá børnunum verða nú latin nevndini, sum arbeiðir við Barnasangbók Føroya.

Bókin skal ætlandi latast fyrstu nýføðingunum seinni í ár.

Topp 5 listin yvir sangirnar, sum barnagarðs- og vøggustovubørn hava viðmælt, sær soleiðis út:

(nakrir sangir vóru javnir í atkvøðum, og tí eru fleiri sangir á nøkrum plássum)

Nr 1: Dukka mín er blá

Nr 2: Eg banki, eg buki

Nr 3: Ein lítil laksur eri eg

          Mala henda veg

 Nr 4: Lítla Elsa

          Mítt lítla fitta lambamæ

          Másin sigur pli pli pli

          Vilt tú, vilt tú

 Nr 5: Kúgvin hjá Petur hevur horn

          Vestan fyri Mykines

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo