Hann verður roknaður sum ein av størstu sangskrivarunum í rock- og poppsøguni, men tá ið Paul McCartney skuldi á veitslu saman við millum øðrum Beck og Foo Fighters-trummusláaranum Taylor Hawkins, slapp hann ikki inn, sambært TMZ.
Paul McCartney roynur fleiri ferðir at yvirtala duravørðarnar, men til onga nyttu. At enda gevst hann og fer víðari til eina aðra veitslu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo