Mangan bankar gott hjarta undir slitnum búna
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í kvøld spælir Dynamit aftur á Summar Festivalinum. Konsertin verður á Vágsbø, sum hevur verið eitt slag av heimavølli hjá Dynamit, og lagt er upp til rimmar konsert aftur í kvøld.

Dynamit hevur fingið Vágsbø at kóka við fangandi og festligum sangum, og tað munnu vera fáir bólkar, ið hava skapt slíkan felagssang á bønum sum teir.

– Vit eru sera fegnir um at vera aftur á Vágsbø. Seinastu tvey árini hava verið strævin við nógvum avmarkingum, men nú kunnu vit aftur halda tær stóru konsertirnar, og eg kann lova, at Dynamit fer at gera sítt til, at tað verður festligt og lívligt á Summar Festivalinum, sigur Niclas Heri Jákupsson, sangari í Dynamit.

– Tað eru ikki minst tey ungu, sum hava goldið ein høgan prís fyri koronutiltøkini, og eg vóni at síggja nógv ungfólk frammi við pallin í kvøld, so vit eftir isolatión og avmarkingar kunnu feira felagsskapin og felagssangin. Framførslan í kvøld verður ikki minst fyri tey ungu, sigur Niclas Heri.

Hann lovar, at Dynamit fer at hava fótin á spidaranum frá byrjan til enda, og teir ætla at spæla alla teir kendu sangirnar.

– Tað verður rock ‘n roll allan vegin. Vit ætla at skapa eina góða og glaða løtu, har øll fáa høvi at syngja við. Okkara mál er, at tá ið konsertin er liðug, kunnu fólk siga, at tey høvdu tað gott saman við okkum, sigur Niclas Heri.

– Eg vóni, at kórið hjá Dynamit er klárt til konsertina í kvøld, sigur hann og sipar til, at fólk syngja við av lívsins kreftum, tá ið bólkurin spælir sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Á, lat meg vera«, »Bangin« og aðrar sangir.

Niclas Heri Jákupsson og Hans Jacob (Shaky) Nystrøm eru sangarar í Dynamit, og teir hava ein kanónbólk afturat sær: Henning Nicodemussen (trummur), John Johansen (bass), Magni Husgaard (keyboard), Jens Marni Hansen (gittar) og Mikkjal Hvannasten (gittar).

Konsertin við Dynamit verður á Vágsbø í kvøld kl. 00:30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo