40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nú verður høgligari hjá elbilaeigarum at løða bilin. Effo og SEV hava gjørt avtalu um at seta upp tvær 150kW DC løðistøðir á Effo støðunum í ávikavist Skálabotni og Kollfjarðardali.

“Vit hava avgjørt at seta 150kW DC løðistøðirnar upp á tveimum knútapunktum í meginøkinum, og eru fegin um at kunna samstarva við Effo um hetta”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV. “ 

Nýggju 150kW DC løðistøðirnar, sum avtalan millum Effo og SEV umfatar, og sum verða settar upp í vár, løða meira enn tríggjar ferðir so skjótt sum verandi 50kW DC skjótløðistøðir. Talið av elbilum í Føroyum økist, og fleiri av nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Hetta merkir, at við nýggju løðistøðunum verður tíðin at løða hesar bilar stytt munandi. 

“Høvuðsendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið. Tí er tað natúrligt fyri okkum eisini at veita orku til elbilar, og vit fegnast um samstarvið við SEV um hetta”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo